framsÝning
tíðindaskriv frá føroysk myndlistafólk
Ikki kann sigast annað, at listarliga støðið er nógv hækkað síðani 1990.
Tað er ein eggjan fyri tey sum vilja meira og fleiri eru tey, sum eru farin út um landoddarnar at søkja sær listarligan kunnleika á sera høgum støði.
At land okkara er lítið, eigur ikki at verða ein undanførsla fyri, at vit listarliga ikki skuldu verið líka væl fyri sum tjóðirnar rundan um okkum.
Eisini er Várframsýningin karmur um nýskapandi tónleik og á hvørjum árið hevur verið frumframførsla av einum tónleikaverki gjørt í hesum sambandi. So tónleikurin fær eisini rúmar ræsur.
Tann 16 várframsýningin er heldur einki undantak, tí í samband við ferniseringina spælir Aldubáran brot úr Várkonsertini.
Á Várkonsertini sum verður leygardagin 05.mars kl.19.00 spælir Aldubáran verk eftir Trónd Bogason, Kristian Blak, Kára Bæk, Sunleif Rasmussen og Atla Petersen. Fleiri av verkunum eru frumframførslur.
Í 2004 royndu vit á fyrsta sinni at lata Várframsýningina upp ein fríggjadag, hetta vísti seg at rigga væl, tí var semja um at royna hetta enn eina ferð.
Várframsýningin letur tí upp fríggjadagin 04. mars og er opin til mánadagin, 2. Páskadag 28. mars.
Eftir eina baldruta tíð fyri Føroysk Myndlistafólk, verður alt stríð lagt afturum, árar lagdar í sjógv og við treysti hugt fram eftir.
Vit ynskja at standa saman og tað kanst tú eisini gera saman við okkum, við at senda verk inn til Várframsýningina og vísa Føroya fólki eina tað bestu Várframsýning nakrantíð.
Várframsýningin er ein sensurera framsýning, har møguleiki er hjá øllum at lata verk inn. Ein trýmannanevnd tekur so dagar ímillum og velur tað besta burturúr. Seinasta freist at lata verk inn er sunnudagin 20.februar. Tilmeldingarblað fæst við at venda sær til Listasavn Føroya tlf. 313579.