19 fólk, teirra millum 17 børn, doyðu, tá ein skúloabussur fór útav í kinesiska landslutinum Gansu seinnapartin í gjár. Sambært tíðindastovunum var talan um barnagarðsbørn.
Tað hava verið fleiri álvarssamar ferðsluvanlukkur í Kina teir seinastu mánaðirnar. Í síðsta mánað doyðu 35 fólk í einari vanlukku nærhendis býnum Tiajin, og í september doyðu átta fólk í einari ferðsluvanlukku í Anhui-landspartinum.
Tøl hjá kinesisku myndugleikunum vísa, at næstan 70.000 fólk doyðu í kinesisku ferðsluni í fjør ella eini 190 um dagin. Ein høvuðsorsøk til tað stóra talið er, at bilatalið er vaksið sera nógv í Kina tey seinastu árini.