Síðani stýrisskipanarlógin varð broytt í 1996 hevur løgmaður kunna sett og loyst úr starvi landsstýrisfólk. Fyri ta tíð var tað Løgtingið, sum valdi løgmann og landsstýrisfólk, og tað var eisini løgtingið, sum kundi koyra landsstýrið frá.
1. Sámal Petur í Grund
Fyrsta landsstýrið undir nýggju stýrisskipanarlógini varð landsstýrið hjá Edmund Joensen, sum sat frá 1996 til 1998. Og fyrsta landsstýrisfólkið, sum var koyrt frá, var Sámal Petur í Grund, sum varð koyrdur úr starvið 1. desember í 1997. Orsøkin var, at hann arbeiddi við at fyrireika undirsjóvartunnilin til Vágar ímóti vilja løgmans.
Eftir hetta tók Sjálvstýrisflokkurin seg úr samgonguni, sum tó helt fram til løgtingsval varð útskrivað í ótíð at vera 30. apríl í 1998.
2. John Petersen
Annað landsstýrisfólkið, sum mátti leggja landsstýrissessin frá sær, var John Petersen úr Fólkaflokkinum eftir ein dóm um neyðtøku. Hetta var 14. desember í 1998. Jørgen Niclasen tók tá við sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum fyri Fólkaflokkin.
3. Signar á Brúnni
Triðja landsstýrisfólkið, sum varð koyrt úr starvi 28. mars í 2000 var Signar á Brúnni. Eitt mál um peninganýtslu hjá Sjónvarpi Føroya skapti politiska øsing. Signar á Brúnni varð fyribils loystur úr starvi, og málið skuldi kannast. Men áðrenn kanningarúrslitið fyrilág, hevði Tjóðveldið mælt Anfinni Kallsberg, løgmanni, til at seta Tórbjørn Jacobsen í hansara stað. Seinni varð Signar á Brúnni reinsaður.
4. Helena Dam á Neystabø
Fjórða landsstýrisfólkið, sum noyddist at fara frá 26. februar 2001 var Helena Dam á Neystabø. Málið snúði seg um embætisførslu hennara í sambandi við Landssjúkrahúsið. Hon legði landsstýrissessin frá sær, og Sámal Petur í Grund tók við sum landsstýrismaður.
5. Tórbjørn Jacobsen
Fimta landsstýrisfólkið at missa starvið var Tórbjørn Jaocbsen í 2001. Hann tók avleiðingar av sínum hvassa orðavali og fall fyri síni hvøssu tungu, sum Sosialurin skrivaði á forsíðuni. Ráðini hjá Tórbjørn Jacobsen til eftirmann sín vóru greið: Varða tín munn! Nýggjur landsstýrismaður fyri hann var Óli Holm, sum tók við starvinum 14. juni 2001.
6. Jørgen Niclasen (1)
Sætta landsstýrisfókið at missa starvið var Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum. Hetta var tann 14. januar í 2003, eftir at ein kanningarstjóri fanst at embætisførslu hansara. Nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum var Jacob Vestergaard
7. Annlis Bjarkhamar
Sjeynda landsstýrisfólk at missa sessin var Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinna í mentamálum fyri Tjóðveldi. Tað var tann 4. mars í 2003. Anfinn Kallseberg, løgmaður, segði, at handfaring hennarra av setan av landsantikvari hevði skatt trúvirði á um sitingina. Annita á Fríðriksmørk tók við sum nýggj landsstýriskvinna í mentamálum fyri Tjóðveldi.
8. Johan Dahl
Í 20 dagar í februarmánaði í 2004 untist Johan Dahl at vera landsstýrismaður, til Jóannes Eidesgaard koyrdi hann frá. Orsøkin var, at ov nógv rok var um Johan Dahl, sum í fullveldisblaðnum Fregnum varð lagdur undir svik í sambandi við eina venjingarmiðstøð í Havn. Ákoyringarnar vóru harðar, og hann var hóttur við sakarmáli. Einki spurdist tó burtu úr skuldsetingunum, men Johan Dahl misti landsstýrissessin. Bjørn Kalsø tók við sum nýggju landsstýrismaður í fiskivinnumálum fyri Sambandsflokkin.
9. Jógvan við Keldu
Jógvan við Keldu var koyrdur frá sum landsstýrismaður í innlendismálum 1. desember í 2005. Tað tyktiskt sum um at tað var ein innanhýsis uppgerð í Fólkaflokkinum. Jacob Vestergaard tók við sum nýggju landsstýrismaður, men hann fekk eisini sekkin.
10. Jacob Vestergaard
23. november í 2007 var Jacob Vestergaard koyrdur frá sum landsstýrismaður í innlendismálum. Orsøkin var, at Jóannes Eidesgaard góðtók ikki, hvussu hann detailstýrdi Strandferðsluni. Heðin Zachariasen tók við sum landsstýrismaður restina av valskeiðinum.
11. Hans Pauli Strøm
14. juli í 2009 mátti Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum fara frá sum landsstýrismaður í sambandi við at pengar í heilsuverkinum vórðu brúktir í heimildarloysi. Hetta var byrjanin til poltisku yrkisleiðina hjá Aksel V. Johannesen, sum tók við sum nýggjur landsstýrisaður fyri Javnaðarflokkinum.
12. Jákup Mikkelsen
Tann 15. februar í 2012 var Jákup Mikkelsen koyrdur frá sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Sum orsøk var nevnt, at hann hevði ov tøtt sambond við vinnuna og var svágdur Hanus Hansen reiðara í Klaksvík. Í hansara stað kom Jacob Vestergaard.
13. Kári P. Højgaard
Tann 5. september í 2013 varð Kári P. Højgaard koyrdur frá sum landsstýrismaður, tí ósemja var um Eysturoyartunnlin, sum Kári P. Højgaard vildi hava privata felagið Copenahagen Infrastructure Partners at byggja, eiga og reka. Sjálvstýrisflokkurin fór úr landsstýrinum, sum helt fram, tí hóast Sjálvstýrisflokkurin fór úr samgonguni, so var meiriluti kortini.
14. Rigmor Dam
Tann 21. januar í 2019 mátti Rigmor Dam leggja frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum, tí ov nógv rumbul var um kostnaðin av at byggja Glasir. Hon fór frá, og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Hanna Jensen úr Framsókn, sum kom í landsstýrið fyri Rigmor, býttu málsøki hennara ímillum sín.
15. Jørgen Niclasen (2)
Tann 10. februar í 2022 var Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring, og var tí noyddur at fara frá sum landsstýrismaður. Hann er einasti persónur, sum tvær ferðir er koyrdur frá sum landsstýrismaður. Fyrru ferð mátti hann leggja frá sær, tí eitt misálitisuppskot stóð til at verða samtykt. Tað var 14. januar í 2003. Og 19 ár seinni mátti hann aftur leggja frá sær, tí hann hevði koyrt bil ávirkaður av rúsdrekka.
16. Jenis av Rana
8. november í ár var Jenis av Rana koyrdur frá sum landsstýrismaður, tí at tolið hjá løgmanni var uppi. Løgmaður grundgav soleiðis í tíðindaskrivi: »Síðani eg tók við sum løgmaður havi eg roynt at vera savnandi, diplomatiskur og rúmligur. Men samstundis má eg ásanna, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum yvir eitt longri tíðarskeið, hevur bjóðað hesum av. Tá landsstýrismaðurin so í gjár alment heitir á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga í móti boðum løgmans, ja tá røkkur mín rúmligheit ikki longur.«
17. Ingilín Didriksen Strøm
24. oktober 2024 løgdu formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum. Teir vístu í misálitisuppskotinum til fyribils niðurstøðuna, ið ein samd landsstýrismálanevnd sendi landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum í málinum um, at landsstýriskvinnan hevði sagt ósatt fyri Løgtinginum í sambandið við langtíðhaldførið hjá Bústøðum.
18. Dennis Holm?
Spurningurin verður so, um Dennis Holm nú verður tann 18. í røðini...