18 filmsverkætlanir fáa 1.340.000 kr.

Stuðul verður latin 18 umsóknum um stuðul til film í ársins seinna umfari. 20 umsóknir komu inn, og søkt var um tilsamans 1,9 mió. kr. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

 

Hesi 18 fingu stuðul:

 

 

Umsøkjari

 
 

Játtað

 
 

Symphor Film - Franklin S. Henriksen

 
 

150.000

 
 

Konteksta v/ Pætur H. Evensson

 
 

30.000

 
 

Ferran Casterá og Havnar Sjónleikarfelag

 
 

104.000

 
 

Andreas Tykjær Restorff

 
 

20.000

 
 

Barbara Lervig

 
 

50.000

 
 

Marianna Mørkøre

 
 

47.500

 
 

Bavian-Projects I/S - Jens Jonas í Dali Wagner

 
 

150.000

 
 

focus - Fríði Birgirsson Olsen

 
 

52.000

 
 

Karen Sissal Kjartansdóttir Kristiansen

 
 

37.500

 
 

ÍVF TROM - Jón Hammer

 
 

172.000

 
 

Kykmyndir - Jón Hammer

 
 

200.000

 
 

Drive Studios - Heiðrik á Heygum

 
 

30.000

 
 

JKT framleiðsla - Jóna Kristin Thomsen

 
 

37.000

 
 

Terji Mohr Productions

 
 

35.000

 
 

88 Miles v. Marco Lorenzen - Mariann Sofiasdóttir

 
 

75.000

 
 

Helmsdal Media - Gudmund Helmsdal

 
 

75.000

 
 

Symphor Film - Franklin S. Henriksen

 
 

30.000

 
 

Bjørn Ulvedal Simonsen

 
 

45.000

 

 

 

 

 

 

Millum nýggjar verkætlanir kann nevnast, at Jonas í Dali Wagner hevur fingið 150.000 kr. til Tann óveruliga verðin hjá Aldu, ið er ein teknirøð til børn eftir unga leikstjóran Tóka Jansson. Røðin viðger á skemtiligan hátt ymisk evni í gerandisdegnum, sum vaksin og børn kenna seg aftur í.

 

Ein nýggj føroysk-pólsk framleiðsla hevur fingið 150.000 kr. Hon snýr seg um grindadráp, sum verður lýst úr ymsum sjónarhornum. Talan er um heimildarfilmin To Slay the Grind eftir Symphor Film v/Franklin Henriksen. Filmurin viðger nútíðar føroyingin, har menniskja, siðvenja og náttúra eru í miðdeplinum.

 

Jóna Kristin Thomsen hevur fingið 37.000 kr. í stuðli til eina røð av stuttfilmum, ið lýsa kreativar mannagongdir innan trý ymisk skapandi øki: veving, málningalist og leiklist. Endamálið við filmunum er at fremja fatanina av, hvat ein kreativ mannagongd er og fáa fram tankar og evni hjá dugnaligum føroyskum listafólkum og listhandverkarum.

 

Samlaða filmsjáttanin er 2,9 mió. kr. Næsta stuðulsumfar verður lýst í desembur við freist 1. februar 2022.

 

##med2##

 

“Takk!”- Óveruliga verðin hjá Aldu eftir Tóka Jansson.

 

##med3##

 

To Slay the Grind eftir Symphor Film v/Franklin Henriksen.