18 mál á skránni í Løgtinginum í dag

Løgtingið hevur nógv mál á skránni, tá tingfundur verður í dag klokkan 10.

Millum málini, sum skulu til 3. viðgerð, eru uppskotið um at loyva veiði eftir grágás og brandgás, broytingar í fuglaveiðulógini og uppskotið um at leingja sólseturásetingina í fjarskiftislógini.

Eisini skulu tingfólk viðgera uppskot um broytingar í djóravælferðarlógini, har tað verður nágreinað, at veiða og fiskiveiða ikki eru fevndar av lógini.

Á fiskivinnuøkinum er eisini uppskot um fleiri broytingar í sjófeingislógini á skránni, millum annað um longri gildistíð og heimildir at skipa fiskiskapin.

Á dagsskránni eru eisini fleiri størri mál til 2. viðgerð. Eitt av teimum er uppskotið um leigustuðul, sum skal geva leigarum við lágum og miðal inntøkum fíggjarligan stuðul.

Harumframt skal Løgtingið viðgera uppskotið um nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn og uppskot um at byggja tvey sambýli í Miðvági.

Tingfólk skulu eisini viðgera uppskot um samsýning til fosturforeldur, um bráðfeingis bústaðir til ukrainar og um góðkenning av landsroknskapinum fyri 2024.

Eisini eru fleiri eykajáttanarlógir á skránni, millum annað um várumfarið og flytingar millum stjórnarráð.

Meira um skránna sæst við at trýsta her