Í ár var veðrið minni gott, men hóast eitt sindur av regni, møttu sera nógv fólk upp í góðum lag. Børnini stuttleikaðu sær óført, ímeðan tey vaksnu kundu hita seg við einum kaffimunni.
Tiltakið Raska & Vinir samlar flest allar maskottar í landinum á einum stað, har teir hava eina stuttliga dansikapping saman við Rógva Gyklarinum og eftirfylgjandi heilsa upp á børnini. Hvør fyritøku, ið luttekur við maskotti, játtar eina stuðulsupphædd, ið fer óskorin til ein barnafelagsskap. Í fjør fór stuðulsupphæddin til Barnabata, og í ár kom Berin at taka ímóti stuðlinum.
Eisini var Ævintýraferðin og undirhelt fyri okkum í ár, har teir settu sín dám á dagin. Út yvir framførslur var ymiskt ókeypis undirhald til bæði stór og smá, so sum hoppiborgir, andlitsmáling, matur osfr.
Vit á MBM eru sera takksom fyri góðu uppmøtingina, treiskni mótvegis veðrinum og góða lagið. Vit gleða okkum longu til Raska & Vinir 2027.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##

























