Flogfar til Keyp­manna­havn­ar mátti neyð­lenda: Royk­ur í kabinuni

Eitt Airbus A220-300 hjá Air France noyddist mánamorgunin at neyðlenda á Schiphol Airport í Amsterdam vegna royk í kabinuni.

Eitt Airbus A220-300 hjá Air France noyddist mánamorgunin at neyðlenda í Amsterdam vegna royk í kabinuni. Mynd: Airbus/PR.

Tað skrivar danski miðilin Check-in.dk.

Flogfarið var á veg úr París til Keypmannahavnar við rutunummarinum AF1751, tá pilotarnir valdu at venda við og neyðlenda.

Sambært Flightradar24 var flogfarið komið upp í 11.280 metra hædd, tá støðan tók seg upp. Neyðlendingin fór fram umleið klokkan 08.48 lokala tíð.

Stórt tilbúgvingarlið stóð klárt á flogvøllinum við fleiri sløkkiliðsbilum, seks sjúkrabilum og tyrlu.

Hollendskir miðlar skriva, at roykur í kabinuni var orsøkin til neyðlendingina.

Øll sluppu tó óløstað frá hendingini, og eingin hevði tørv á sjúkrahúsviðgerð.

Returflogferðin hjá Air France úr Keypmannahavn seinni um morgunin varð avlýst.

 

 

Eitt Airbus A220-300 hjá Air France noyddist mánamorgunin at neyðlenda í Amsterdam vegna royk í kabinuni. Mynd: Airbus/PR.