bogaskjóting
Kappingin varð hildin í Ítróttarhøllini á Giljanesi, og var talan um dystarskjóting á 18 metrum.
10 recurve- og 8 compound skjúttar tóku lut í kappingini, og av hesum komu seks úr heimaliðnum.
Recurve
Innleiðandi vóru tveir bólkar við fimm skjúttum í hvørjum. Í bólki A vann Annika Vang, Ørvur, allar sínar dystir og nummar tvey var Jákup G. Joensen úr Vágum, sum vann tríggjar dystir. Í bólki B vann Kristian Niclasen, Tambar, allar sínar dystir og nummar tvey var Rakul Dam, Tambar, sum vann tríggjar dystir.
Við úrslitunum frá hesum umfarinum varð bólkað av nýggjum í miðumfarinum. Úrslitini vóru nærum tey somu. Annika og Kristian vunnu allar sínar dystir, Rakul tapti ein dyst. Øssur Hansen, formaðurin í felagnum í Vágum, hevði nú tikið seg fram og tapti hann bert ein dyst í miðumfarinum.
Í hálvfinaluni skuldu skjótast í mesta lagi fimm sett. Tann, sum fyrst vann trý sett á tríggjar pílar, vann dystin.
Í fyrru hálvfinalu møttust Annika og Øssur. Øssur legði seg á odda við at vinna tvey tey fyrstu settini, men kom Annika fyri seg aftur og vann tey næstu trý settini. Dysturin endaði við 3-2 sigri til Anniku.
Seinna hálvfinalan var ímillum Kristian og Rakul. Rakul vann fyrstu tvey settini og javnaði Kristian til 2-2. Seinasta settið endaði javnt og var neyðugt við umskjóting. Í slíkari umskjóting verður ein pílur skotin og vann Rakul 9-8 og sostatt eisini dystin 3-2.
Kristian og Øssur dystaðust síðan um 3. plássið. Nú var talan um at vera best av sjey settum. Øssur vann fyrsta settið, síðan gjørdi Kristian bart og vann greitt næstu fýra settini og dystin við 4-1.
Í finaluni møttust Annika og Rakul. Tær vístu báðar sera góða skjóting. Dysturin endaði við 4-1 sigri til Anniku.
Compound
Innleiðandi í bólki A vóru dystirnir javnir. Jógvan Niclasen, Tambar, vann bólkin við fýra stigum ? einum vunnum og tveimum jøvnum dystum. Síðan høvdu Albert Dam, Ørvur, og Jóannes Poulsen, Ørvur, trý stig hvør og Kristoffer Andreasen tvey stig. Albert hevði skotið flestu stigini og bleiv tí nummar tvey í bólkinum.
Í bólki B vann Per Holm Andersen, Ørvur, allar sínar dystir og nummar tvey var Sigrid Vang, Ørvur, sum bert tapti ein dyst.
Í millum umfarinum í bólki A vóru tað Jógvan og Sigrid, sum komu víðari við ávikavist seks og fýra stigum.
Í bólki B vann Per allar sínar dystir, ímeðan hinir tríggir vóru javnir. Albert hevði aftur hesaferð flest skotin stig og fór víðari til hálvfinaluna.
Yngsti skjútti í kappingini, Kristoffer Andreasen, skeyt sera væl og setti persónligt met við samanlagt 543 stigum, bert sjey stig frá kravinum til innandura HM-kappingina í mars mánaði.
Fyrra hálvfinalan var ímillum Jógvan og Albert. Her gekk javnt á. Í fyrsta setti máttu tveir eyka pílar til at finna vinnaran. Jógvan vann dystin 3-2.
Seinna hálvfinalan var ímillum Per og Sigrid. Per vann 3-1, men máttu trý tey fyrstu settini gerast av við eyka pílum.
Albert og Sigrid møttust síðan um triðja plássið. Albert vann dystin 4-0 í sera jøvnum settum.
Finalan var ímillum Jógvan og Per. Eisini hesin dysturin var sera javnur og spennandi, men var bert umskjóting í einum setti. Jógvan vann 4-3 og er hetta eisini fyrsta kappingin, sum Jógvan hevur vunnið.