18 tómir stólar á síðsta tingfundi

Tað er ikki altíð, at tingfólk og landsstýrisfólk halda tað vera fyri neyðini at møta til arbeiðis í Løgtinginum. Soleiðis var á tingfundinum fríggjadagin, tá einans framløga var á skránni.

 

Tað var fíggjarnevndin, sum legði fram álit í málinum »Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2016«

 

Løgtingið ger upp fyri hvønn tingfund, hvør hevur møtt á fundi. Sambært gerðarbókini hjá Løgtinginum fyri fundin fríggjadagin, so vantaðu 9 tingfólk, 8 landsstýrisfólk – tað vil siga alt landsstýrið – og ríkisumboðsmaðurin á fundinum fríggjadagin.

 

Hesi tingfólk eru skrivað fyri fráveru fríggjadagin.

 

1.     Hanna Jensen

2.     Bjarni Hammer

3.     Jónleif Johannesen

4.     Bárður Kass Nielsen

5.     Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

6.     Jákup Mikkelsen

7.     Bjørn Kalsø

8.     Magnus Rasmussen

9.     Kaj Leo Holm Johannesen

 

Og hesi landsstýrisfólk:

 

1.     Høgni Hoydal

2.     Kristina Háfoss

3.     Poul Michelsen

4.     Henrik Old

5.     Eyðgunn Samuelsen

6.     Sirið Stenberg

7.     Rigmor Dam

8.     Aksel V. Johannesen

 

Heldur ikki ríkisumboðsmaðurin var á fundi.

 

Formaðurin lýsti næsta tingfund at vera í morgin, mikudagin, klokkan 11 við hesi dagsskrá:

 

1. Ófráboðaðir fyrispurningar

 

2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 2/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (Altjóða skyldur, eftirlitsreglur og elektroniskt samskifti)

 

3. 3. viðgerð a tingmáli nr. 5/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2016-2 (Flyting í Búskapargrunn Føroya)

 

4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 9/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. (At javnseta børn í mun til rættin at fáa barnagjald o.a.)

 

5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 10/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg (Veiting til heimabúgvandi ung og endurgjald vegna inntøkumiss)

 

6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 7/2016 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul(Hækking av studningi til lesandi á hægri lestri, studningur til einsamallar uppihaldarar 12. mánaðin og hækking av barnastudningi)

 

7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2016

 

8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2016: Uppskot til samtyktar um at endurskoða dagstovnalógina

Málið verður beint í Mentanarnevndina

 

9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2016: Uppskot til samtyktar um at seta á stovn familjudepil

Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

 

10. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-4/2016 til landsstýrismannin í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, frá Anniku Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi brekpolitisku heildarætlanini

 

11. Framløga