Ein samanteljing av tveimum teimum seinastu veljarakanningunum vísir, at Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur
Petur Zachariassen, hagfrøðingur, hevur í kjalarvørrinum av kjakinum um tær báðar veljarakanningarnar, sum vórðu kunngjørdar í gjár, spælt sær við tølunum.
Hann hevur koyrt úrslitini frá báðum kanningunum í sama pott og so roknað eina 'nýggja' forsøgn, sum man so kann hugleiða um, so galið man vil.
Óvissan í veljarakanningum er sum vera man stór. Siga vit at óvissan er 3 prosent, so kann munurin millum flokkarnar svinga upp í 6 prosent – sum aftur kann flyta tveir tingsessir. Tí er tað trupult at "staðfesta" nakað sum helst í eini veljarakanning.
Petur Zachariassen hevur gjørt hesa útrokning í sambandi við, at hann skal tosa um útrokningarháttin í sambandi við val í sending í útvaprinum í dag – har hann eisini skal lýsa, hvussu útokningarhátturin 'størsti brøkur' virkar.