19 filmsverkætlanir fingið stuðul

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita 19 verkætlanum stuðul við einari samlaði stuðulsupphædd á 1,7 mió. kr.

Sendirøðin hjá GRÓ Studios v/Torfinni Jákupsson, »Tinganes« hevur fingið størstu játtanina upp á 350.000 krónur

Hesa ferð komu 33 umsóknir inn, og søkt varð um 6,6 mió. kr. tilsamans.

Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm. Einstaklingar, bólkar og feløg kunnu søkja um stuðul til ymsar tættir innan filmsgerð.

Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., sum er broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2015 og kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2025.

Sum kunngerðin ásetur, hevur grunnurin sett tveir filmsráðgevar at meta um og gera tilmæli til grunnin. Avgerðin hjá nevndini um hvør fær stuðul til film, er bygd á tilmæli frá ráðgevunum.

Samlaða filmsjáttanin fyri 2026 eru 6,6 mió. kr. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.

Til stuðulsumfarið Film II. 2026 er avgjørt at veita hesum 19 filmsverkætlanunum stuðul:

 

 

Umsøkjari

 
 

Verkætlanarheiti

 
 

Slag av filmi

 
 

Játtað upphædd, kr.

 
 

Bloom v/ Lucas Frayssinet

 
 

Gøtubrá

 
 

Sendirøð

 
 

180.000

 
 

Júst so v/ Gorm Just

 
 

$elfie

 
 

Skemtirøð

 
 

80.000

 
 

KOVBOY FILM sp/f v/ Michael Koba

 
 

Tá heimurin var størri

 
 

Listarfilmur

 
 

50.000

 
 

Nadia Barbara Abrahamsen

 
 

Scener efter et selvmord

 
 

Stuttfilmur

 
 

10.000

 
 

Outlier Projects v/ Jón Hammer

 
 

Elski at hata

 
 

Stuttfilmur

 
 

90.000

 
 

Outlier Projects v/ Jón Hammer

 
 

Vøllir

 
 

Heimildarfilmur

 
 

90.000

 
 

Outlier Projects v/ Jón Hammer

 
 

Kvirra

 
 

Heimildarfilmur

 
 

190.000

 
 

Outlier Projects v/ Jón Hammer

 
 

No Rest for the Wicked

 
 

Spælifilmur

 
 

50.000

 
 

Filmsvirkið v/ Barbaru Lervig

 
 

Holding Hands

 
 

Heimildarfilmur

 
 

60.000

 
 

Rvh Productions v/ Rúnu V. Højgaard

 
 

Menniskja

 
 

Heimildarfilmur

 
 

50.000

 
 

Tóki Jansson

 
 

Tann fitta náttina

 
 

Animatiónsfilmur

 
 

10.000

 
 

Filmsvirkið v/ Barbaru Lervig

 
 

Eydna - Veiki vongurin

 
 

Animatiónsfilmur

 
 

90.000

 
 

Marianna Mørkøre

 
 

Áarmót

 
 

Listarfilmur

 
 

40.000

 
 

Symphor Film ÍVF v/ Franklin Symphor Henriksen

 
 

Apokalipsis #1 (FO)

 
 

Stuttfilmur

 
 

90.000

 
 

GRÓ Studios v/ Torfinni Jákupsson

 
 

Tinganes

 
 

Sendirøð

 
 

350.000

 
 

RVH Productions v/ Rúnu V. Højgaard

 
 

Anomali: The Kingdom Paradox / FRÁVIK: Ein ríkismótsøgn

 
 

Heimildarfilmur

 
 

30.000

 
 

Maria Winther Olsen

 
 

HOTELLIÐ

 
 

Heimildarfilmur

 
 

86.000

 
 

Búi Egason Dam

 
 

Varskógvarin

 
 

Heimildarfilmur

 
 

80.000

 
 

Jens L. Thomsen

 
 

Ættartap (Generation Loss)

 
 

Novellufilmur

 
 

50.000

 
     

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Vegna nevndina fyri Mentanargrunn Landsins


Hedvig Westerlund-Kapnas, nevndarforfólk

 

Sendirøðin hjá GRÓ Studios v/Torfinni Jákupsson, »Tinganes« hevur fingið størstu játtanina upp á 350.000 krónur