Føroyskt hondbóltstalent skiftir til Ajax København

Føroyska hondbóltstalentið Silja Geirsdóttir Eystberg skiftir eftir summarsteðgin til danska felagið Ajax København.

Ajax København boðar frá, at 19 ára gamli bakspælarin hevur gjørt avtalu við felagið og verður partur av hópinum komandi kappingarár.

Silja Geirsdóttir Eystberg hevur seinastu árini verið ein týðandi spælari hjá Kyndli. Í farna kappingarári var hon við til at vinna bæði føroyska meistaraheitið og steypakappingina.

Hon hevur eisini umboðað Føroyar á øllum ungdómslandsliðunum og skal seinni í hesum mánaðinum spæla HM-endaspæl við føroyska U20-landsliðnum í Kina.

Í Ajax København fegnast bæði ítróttarstjórin Simon Guldager og venjarin Martin Grønmann um nýggja spælaran.

– Vit hava fylgt Silju í longri tíð og kenna hana væl frá teimum mongu dystunum á ungdómslandsliðunum. Vit eru fegin um, at hon sær sama góða møguleika hjá okkum, sum vit síggja í henni, sigur Simon Guldager.

Venjarin Martin Grønmann heldur, at føroyski spælarin passar væl til spælistílin hjá felagnum.

– Hon hevur eitt gott skot, men størstu styrkir hennara eru í fintuspælinum og skjótu fótskiftunum. Hon er ung og skal hava tíð at finna seg til rættis, men eg eri sannførdur um, at hon kann gerast ein týðandi spælari hjá okkum, sigur hann.

Silja Geirsdóttir Eystberg gleðir seg eisini til nýggja avbjóðingina.

– Eg gleði meg nógv til at gerast partur av Ajax og at hitta øll í og rundan um felagið. Eg havi bara hoyrt góð orð um felagið og síggi fram til at taka næsta stigið í míni menning sum hondbóltsspælari, sigur hon.

Silja Geirsdóttir Eystberg verður enn ein í røðini av føroyskum hondbóltsspælarum, sum royna seg í donskum hondbólti.