Tvær tyrlur stoyttu saman í Brasil – minst seks fólk deyð

Minst seks fólk hava latið lív, eftir at tvær tyrlur stoyttu saman í luftini yvir stórbýnum Rio de Janeiro í Brasil í dag.

Minst seks fólk lótu lív, tá tvær tyrlur stoyttu saman yvir Rio de Janeiro. Eldur kyknaði síðani í fleiri bilum á einum parkeringsøki hjá einum elbilahandli. 

Tað upplýsir brasilskt sløkkilið sambært AFP.

Sambært myndugleikunum stoyttu tyrlurnar saman í luftini, áðrenn onnur teirra datt niður á parkeringsøkið hjá einum handli, sum selur elbilar.

Eftir vanlukkuna kyknaði eldur í minst 20 bilum á økinum.

– Fráboðanir benda á, at tyrlurnar stoyttu saman í luftini og duttu niður á parkeringsplássið hjá einum elbilahandli, siga myndugleikarnir í fráboðan.

Vanlukkan hendi í býpartinum Recreio dos Bandeirantes vestarlaga í Rio de Janeiro.

Myndir frá staðnum vísa stór roykskýggj stíga upp frá bilasøluni, meðan fleiri bilar stóðu í ljósum loga.

Sambært AFP eru vanlukkur við smærri flogførum og tyrlum ikki óvanligar í Brasil, sum er fimtstørsta land í heiminum.

Í síðsta mánaði stoytti eitt lítið flogfar inn í eina bygning í býnum Belo Horizonte. Tá doyðu bæði flogskiparin og hjálparmaður hansara.

 

Minst seks fólk lótu lív, tá tvær tyrlur stoyttu saman yvir Rio de Janeiro. Eldur kyknaði síðani í fleiri bilum á einum parkeringsøki hjá einum elbilahandli.