1998: Edmund hjálpti eisini Nyrup til valdið

Eitt fyri Danmark so óviðkomandi mál, sum fast samband um Vestmannasund fekk eisini ávirkan á, hvør skuldi hava stjórnarvaldið í Danmark í 1998.

Eitt so fyri Danmark so óviðkomandi mál, sum fast samband um Vestmannasund fekk eisini ávirkan á, hvør skuldi hava stjórnarvaldið í Danmark í 1998.

 

Sámal Petur í Grund, sum var landsstýrismaður í samferðslumálum fyri Sjálvstýrisflokkin í landsstýrinum hjá Edmund Joensen frá 1994-98, hevði tikið málið um fast samband um Vestmannasund uppaftur. Hetta var Edmund Joensen, løgmaður, so misnøgdur við, at hann koyrdi Sámal Petur í Grund frá sum landsstýrismann 3. desember í 1997.

 

Men vágafólk vóru sera fegin um tað, sum Sámal Petur í Grund hevði gjørt. So fegin vóru tey, at tey gjørdu Sjálvstýrisflokkin til størsta flokk í Vágum á fólkatingsvalinum.

 

Frá at hava 7 atkvøður tilsamans í Vága valdømi á Fólkatingsvalinum í 1994 fekk Sjálvstýrisflokkurin 333 atkvøður í 1998 og størsti flokkur í Vága valdømi. Sambandsflokkurin mist 51 atvøður og Sjálvstýrisflokkurin vann 326 atkvøður. Tá valið varð gjørt upp í Føroyum vantaðu 178 atkvøður í hjá Sambandsflokkinum at fáa Edmund Joesen afturvaldan á Fólkating – og harvið misti borgarligi vongurin í Danmark møguleikan at vinna stjórnarvaldið frá Poul Nyrup Rasmussen og Javnaðarflokkinum.

 

Tað hevði staðið á gomlum nøglum hjá danska Javnaðarflokkinum framman undan fólkatingsvalinum í 1998, og fleiri veljarakanningar vístu borgarligan meiriluta. Men við hjálp frá Jóannesi Eidesgaard, sum lovaði ikki at fella stjórnina, kundi Poul Nyrup Rasmussen halda fram sum forsætisráðharri og tilnevna ráðharrarnar.

 

Tað kundi gingið øðrvísi í Danmark, um Edmund Joensen lat Sámal Petur í Grund halda fram við fyrireikingunum um Vágatunnilin – og um Edmund Joensen í staðin fyri at skuffa vágafólk hevði glett vágafólk. Tí hevði Sambandsflokkurin fingið hasar 326 atkøðurnar, sum Sjálvstýrisflokkurin hevði í framgongd á fólkatingsvalinum í 1998, so hevði dremurin gingið út hjá Uffe Elleman-Jensen, sum tá hevði verið valdur til forsætisráðharra í Danmark og skipa borgarliga stjórn. Í staðin brast dreymurin hjá vinstraformanninum, sum tveitti handklæði í ringin og legði frá sær sum formaður í Vinstra. Valósigurin í dag fyri 20 árum síðani gjørdi enda á politisku yrkisleiðini hjá Uffe Elleman-Jensen. Hann stillaði ikki uppaftur á næsta fólkatingsvali.

 

So á ein hátt gjørdist Vágatunnilin eitt Waterloo hjá Uffe Elleman-Jensen.