Í gjár svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, muntligu fyrispurningunum hjá Rúnu Sivertsen, løgtingskvinnu, um hoyrilíkindini hjá bátum í føroyskum sjóøki.
Rúna setti landsstýrismanninum 5 spurningar, 1. Á hvørjum økjum røkkur VHFsendinetið ikki? 2. Eru kanningar gjørdar, sum siga, hvar VHFsendinetið ikki røkkur? 3. Hvat kostar at útbyggja VHFsendinetið, so øll økir verða rokkin? 4. Nær verður VHFsendinetið útbygt, soleiðis tað røkkur øllum leiðum á føroyskum sjóøki og 5. Er lógarfest, at bátar, fevndir av løgtingslóg nr.
72 frá 13. mai 1992, skulu lurta á neyð og kallibylgjuni (kanal 16)? Í svari sínum til tveir teir fyrstu spurningarnar, sigur landsstýrismaðurin, at ongar nágreiniligar kanningar eru gjørdar yvir, hvar VHFtænastan røkkur á innaru føroysku landleiðini. Í hesum sambandi vísir hann til svar frá Telefonverk Føroya Løgtings til landsstýrið í august 1990.
Her verður nevniliga víst á, at ongar nágreiniligar kanningar eru gjørdar.- TFL vísir tó á, at manningin á vaktarskipinum Tjaldrinum gjørt eina upptekning í 1983. Henda upptekningin vísir, at tað serliga er trupult at fáa samband við Tórshavn Radio yvir VHF-radioskipanina, um skip og bátar eru stødd norðanfyri inni undir landi, eitt nú í Vestmannasundi, Djúpunum (norðast) og á ávísum støðum í Kallsoyarfirði. Hinvegin vísir upptekningin í sunnara partinum av Føroyum ikki vísir á hesar trupulleikar.
Í svari sínum vísir landsstýrismaðurin eisini til ávegis notat um VHFdekning í Føroyum. Hetta notat, sum Føroya Tele hevur gjørt, er latið Bjarna Djurholm, 24. januar 2002. Her verður endurtikið, at ongar rættiligar kanningar eru gjørdar til tess at meta um kostnaðin av at útbyggja VHF-sendinetið soleiðis, at allar tær innaru leiðirnar verða dekkaðar. Føroya Tele mælir til, at gjørd verður ein forkanning.
Kostnaður og útlit
Í svari sínum til spurning 3 og 4, vísir landsstýrismaðurin á, at radiogrundaða neyð og trygdartænastan á havinum nú er yvirtikin 1. februar 2002. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin sett eina forkanning í verk. Endamálið er at klárleggja VHF-útbreiðsluviðurskiftini í Føroyum og at gera eitt uppskot til útbyggingarætlan við kostnaðarætlan; at leggja tilrættis og gera eftirlitsmátingar kring oyggjarnar og at gera eitt tilmæli til støðutakan.
- Arbeiðsætlanin í uppskotinum er í fyrsta lagi ein teoretisk forkanning, sum skal klárleggja útbreiðsluviðurskiftini við 150 170 MHz. Eisini skal kannast, hvussu er við reflektiónum (afturkasting), og hvussu radiosignalini brótast um fjallarøðir í føroyska lendinum ? hvussu stórur partur av radiosignalunum, sum raka eina fjallasíðu, verða kastað aftur. Í øðrum lagi skal gerast eitt uppskot um útbyggingarætlan saman við eini kostnaðarætlan.
Landsstýrismaðurin metir, at ein tílík forkanningin kann verða liðug umleið 1. juni 2002.
- Henda forkanningin skal eitt nú staðfesta, hvat tað kostar at útbyggja VHF-sendinetið, men nær netið verður útbygt, veldst um møguliga játtan til útbyggingina.
3-4 støðir aftrat
Landsstýrismaðurin sigur, at sannlíkindini fyri, um tað hoyrist ella ikki, er tengt at radiosignalunum ? og serliga, tá ið talan er um signalir, sum eru afturkastað frá fjallasíðum og signal, sum eru bend/brotin um fjallarøðir.
- Talan verður sostatt ongantíð um 100% radiodekning, men til ber at koma ógvuliga tætt hesum, t.d. at VHF?urin hoyrist í 99,5% av støðunum og 99% av tíðini í einum ávísum øki. Somu viðurskifti gera seg galdandi, tá ið tú kemur langt til havs. Tá gera ymiskt viðurskifti í atmosferuni seg galdandi, t.d. hvussu býti av vætu og regni er í mun til hæddina yvir havinum.
Hann vísir á, at hóast stutt er komið ávegis við kanningini, eru ávísar ábendingar um, at 2-3 VHF-støðir aftrat høvdu givið nøktandi radiodekning í mun til umstøðurnar.
- Hvør VHF-støð kann væntast at kosta umleið 1-1,5 milj. kr. Eg havi mælt landsstýrinum til at útbyggja VHF-sendinetið og hevur eitt samt landsstýrið tikið undir við hesum, sigur Bjarni Djurholm.
Skulu skip og bátar lurta?
Rúna Sivertsen spurdi eisini, um tað er lógarfest, at bátar, fevndir av løgtingslóg nr. 72 frá 13. mai 1992, skulu lurta á neyð-og kallibylgjuni, kanal 16.
Um hesa skyldu ella ikki, vísir landsstýrismaðurin til, at hetta er eitt málsøkið hjá Fiskimálastýrinum.
- Øll skip og allir bátar, ið eru fevnd av nevndu lóg um bjargingarútgerð áopnum bátum og á førum undir 20 tons, sum hava VHF-tól umborð í brúki, skulu hava fólk, sum passa tólið. Vísandi til fjarskiftislógina skulu fólk hava loyvi til at nýta VHF-frekvensir, og til hetta krevst, at viðkomandi hevur lokið neyðugt prógv. Treytirnar fyri at standa royndina, eru ásettar av ITU í altjóða radiofyriskipani, Radio reglulations, og Fjarskiftiseftirlitið er próvdómari til hesar próvtøkur, sigur landsstýrismaðurin.
Hann vísir á, at sambært IMO GMDSS Masterplan 1995, er altjóða viðtikið, at 1. februar 2005 heldur tann kravda lurtivaktin á rás 16 uppat, men at hendan ásetingin møguliga verður útskotin í nøkur ár. Í staðin kemur so GMDSS VHFDSC skipanin í gildi.
- Tórshavn Radio er útgjørt við hesi skipan og eisini fleiri føroysk skip og bátar. DSC-skipanin merkir, at lurtivaktin er digital (talgild) á VHF-rás 70. Einki er tó, sum forðar fyri, at føroyskir myndugleikar taka avgerð um, at lurtivaktin skal halda fram á rás 16 við atliti til føroysk viðuskifti, sigur landsstýrismaðurin.
Nýggj skipan
- Tann nýggja VHF-DSC-skipanin, sum longu er sett á stovn hjá Tórshavn Radio, virkarumborð á bátum á tann hátt, at tá ið menn trýsta á ein neyðknøtt á tólinum, fær Tórshavn Radio og bátar, sum eru útgjørdur við VHF-DSC-tóli, boð um neyðstøðuna beinanvegin. Er VHF-DSC-tólið íbundið ein GPS?ara umborð, fær Tórshavn Radio og aðrir bátar við somu tólum boð um neyðstøðuna beinanvegin. Eisini verður positiónin fráboðað.
Landsstýrismaðurin heldur tað vera ógvuliga týdningarmikið, at positiónin beinanvegin verður staðfest í neyðstøðuni, tí tá kunnu bjargingarfør og tyrlur sigla ella flúgva til neyðstaðið beinanvegin.
- Eftirfylgjandi samskiftið verður tá sum áður at fara fram á VHF-rás 16.At enda upplýsir landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, at umleið 4.200 føroyingar hava prógv, ið gevur loyvi til at brúka VHF-útgerð.