2 samanstoytir við autoverjuna

Vakthavandi sigur, at hóast tað eisini vóru nøkur fá ferðsluóhapp um dagin jólaaftan, so sást týðiligur munur á degnum frammanundan. Fólk høvdu ikki eins stóran skund, og tóku tað meiri róligt í ferðsluni.
Men úti á Argjum og í Kaldbaksbotni vóru tveir bilar, ið gliðu, og sum tískil rendu á autoverjuna. Báðir bilarnir fingu smávegis skrokkskaðar, mn í hvørgum førinum hendi nakar fólkaskaði.