Í útidystinum móti Gibraltar, mánakvøldið 8. september klokkan 19.45 fær føroyska fótbóltslandsliðið ikki sama fyrimun sum Kekkia og Kroatia.
Kekkia og Kroatia leikti útidystirnar í okkara HM-undanbólki í Faro í Portugal. Hetta tí tað var eitt krav frá FIFA.
Men nú hevur FIFA snarað á einum borðiski.
Føroyar skulu spæla útidystin móti Gibraltar á Europa Point leikvøllinum, har Víkingur leikti móti Lincoln Red Imps fyri stuttum.
##med2##