Útflutningurin fyri juni er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin fyri tíðarskeiðið juli 2024 til juni 2025 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Fiskavøruútflutningurin er vaksin 84 milliónir krónur, ella 0,7 prosent. Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum gongur fram, meðan útflutningurin av fóðri, lýsi og líknandi fiskaúrdráttum gongur aftur. Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli, lýsi og líknandi fiskaúrdráttum er samanlagt minkaður við meira enn 1,2 milliardum krónum.
Útflutningurin av laksi vaks 71,7 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið vaks 1,2 prosent, meðan nøgdin vaks 22 prosent.
Útflutningsvirðið av makreli er vaksið 678,4 milliónir krónur, ella 66,4 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin knøpp 7,3 prosent.
##med2##
Prísurin á laksi hevur verið høgur seinastu árini. Árini 2022 til 2024 hevur árligi miðalprísurin ligið um 68 krónur kilo. Hægstur var hann í mai 2022 tá útflutningsvirðið á einum kilo av feskum heilum laksi var 91,80 krónur. Tó hevur prísurin verið sera sveiggjandi hesi árini, og hevur munurin millum hægsta og lægsta prís verið meira enn 30 krónur kilo. Seinastu mánaðirnar hevur prísurin ligið undir 50 krónur kilo.
##med3##
Talvan niðanfyri vísir útflutningin av fiskavørum skiftan á landaøki. Størsti vøksturin er í útflutningi til "Asia annars" - fyri tað mesta Kina. Útflutningurin til "Evropa annars" er minkaður 24 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands vaksin 515 milliónir krónur. Útflutningurin til Norðuramerika er minkaður nógv. Hetta er fyri tað mesta USA.
##med4##
Seinastu árini er útflutningurin til ES og Amerika vaksin nógv. Meginparturin av útflutninginum til Amerika er til USA. Útflutningurin til USA er vaksin frá at liggja millum 50 og 100 milliónir krónur um mánaðin árini 2014 til 2021 til nú at liggja millum 100 og 200 milliónir krónur um mánaðin.
Útflutningurin til Asia minkaði nógv undir korona, og liggur nú á sama støði sum undan korona.
Fimm lond keypa vørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Bretland, Russland, Danmark og Spania.
##med5##