Nú skal ein uttanveltað kanning staðfesta, hví tað fyribils er blivið yvir 20 milliónir dýrari at gera framleiðsludeildina á Apotekinum lidna. Tað hevur John Johannnessen, landsstýrismaður í heilsumálum, gjørt av.
- Tað er neyðugt at koma til botns í málinum, áðrenn arbeiðið at gera framleiðsludeildina lidna, sigur hann.
- Talan er um skattgjaldarans pengar og tí hevur skattgjaldarin krav uppá at fáa at vita, hví arbeiðið verður so nógv dýrari enn ætlað, leggur hann afturat.
Higartil hevur Løgtingið játtað 40 milliónir krónur til verkætlanina.
Eftir lógini kann Løgtingið játta 3,7 milliónir afturat, men nýggjar metingar siga nú, at tilsamans fer arbeiðið at kosta 60,4 milliónur krónur, ella 20, 4 milliónir meiri enn mett.
Endamálið er at gera framleiðsludeildina hjá apotekinum lidna, so at øll framleiðsla av heilivági kann flyta av Tjaldurs Apoteki í Havn í bygningin við Staravegin, har framleiðslan kann lúka øll krøv hjá danska Lægemiddelstyrelsen.
John Johannessen fer nú at biðja Løgtingið um at játta 300.000 krónur til at gera óheftu kanningina fyri, men hann ætlar at spara pengarnar aftur á øðrum økjum.