Á skránni fyri leygardagin eru hesi møti og tiltøk:
Kl. 16 verður fyrsta møtið í Badmintonhøllini, har Sangbólkurin Vitin fer at syngja, og Arni Zachariassen og Gunnar Nielsen fara at tala.
Kl. 19 er møti við luttøku av kórinum í Siloa í Fuglafirði. Talarar verða Tórheðin Jónsveinsson Jensen og Monika Sharp, og Sára Jacobsen og Helena Johannesen hava vitnisburðar.
Kl. 21:30 byrjar ungdómsmøti í Badmintonhøllini, har Jóan Magnus Gunrim talar, og vitnisburðar verða frá Jógvan Páll Steinberg og Silas B. Andreasen. Naomi P. Sivertsen fer at syngja.
Kl. 00:30 verður opið hús í Betesda.
Vegna landsdyst, sum Føroyar spæla á vøllinum við Djúpumýru leygardagin, er Jógvan Waagsteinsvegur stongdur leygardagin frá kl. 08:00 til kl. 20:00. Av hesi orsøk er eingin parkering á parkeringsøkinum norðan fyri KÍ-høllina, meðan møtini eru í Badmintonhøllini kl. 16:00 og kl. 19:00. Samkoman hevur ábyrgdarfólk uttan fyri hallirnar í sambandi við samfelagsmøtini, sum vegleiða fólki at finna parkeringspláss, tá møtini eru.
Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði børn, ung, tilkomin og eldri – og barnafamiljurnar skulu ikki halda seg aftur, tí meðan møtini verða í Badmintonhøllini kl. 16 og kl. 19, kunnu børnini spæla og hugna sær í KÍ-høllini.