Ungdómshúsið skrivar, at bæði stór og smá, høg og lág, eru boðin at halda dagin í.
Húsið letur hurðarnar upp kl. 16.30 og skráin við røðum, tónleiki og onkrum søtum til góman, byrjar klokkan 17.00
Frá klokkan 20.00 er kvøldið ætlað teimum ungu frá 7. flokki og upp. Tá er silent disco og konsert við Adrenaline á skránni, umframt at Tekniski skúli fer at borðreiða við onkrum smávegis til matna.
- Vit eru spent at bjóða tykkum inn í okkara deiligu hølir í Bøgøtu, og at gleðast saman við tykkum um, at Klaksvíkar Kommuna valdi at gera eina íløgu í okkara fantastisku børn og ungu, siga tey í Húsinum.










