Óvanliga heitt í Fraklandi

- Slíkur hiti, sum varð máldur har suðuri í Fraklandi í gjár, er meira vanligur í mai, skrivar Yr

 

Miðskeiðis í hesi vikuni var tað óvanliga heitt í syðra parti av Fraklandi.

 

Í gjár, mikudagin, vórðu máld heili 28,3 stig har suðuri í landinum.

 

- Tað er ikki óvanligt við slíkum hita har suðuri í Fraklandi, men tað er óvanligt í februar.

 

Yr skrivar, at slíkur hiti, sum í gjár varð máldur í Fraklandi, er meira vanligur í mai.