Tað var hin 12. januar, at Skopunar kommuna boðaði frá um broyting í almennu byggisamtyktini.
Broytingin, sum talan er um, snýr seg um nýggju útstykkingina hjá kommununi á Hestheiðum.
- Tilfar, sum lýsir uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri øki B2: Sethúsaøki, liggur frammi á kommunuskrivstovuni.
Í Skopunar kommunu vísa tey á, at nú nærkast freistin at koma við viðmerkingum endanum.
- Seinasti dagur at gera viðmerkingar til broytingina er fríggjadagin 27. februar, og tað er í morgin.
Lagt verður aftrat, at kommunuskrivstovan í Skopun er opin frá klokkan 9-13, mánadag til fríggjadag.










