20 deyð í ófriði í Kina

Í minsta lagi 20 fólk lógu eftirá, tá vápnaðir menn lupu á eitt sølutorg í kinesiska landspartinum Xinjiang í gjárkvøldið. Ein partur av fólkinum í landspartinum eru uighurar, sum yvirhøvur eru muslimar, og viðurskiftini hava ofta verið spent millum hetta fólkið og hankinesararnar, sum eru í meiriluta í landspartinum.

Almenna tíðindastovan Xinhua skrivaði fyrst, at 12 fólk høvdu latið lív, teirra millum tveir av álopsmonnunum, men seinni upplýsti tann almenna kunningartænastan Tianshan, at 20 fólk vóru deyð. Tær almennu tíðindatænasturnar skriva, at tað vóru uighurar, sum lupu á, og at teir vóru vápnaðir við knívum.

Landsparturin Xinjiang er á markinum við Pakistan og Afghanistan. Har búgva umleið níggju milliónir uighurar, og teir hava javnan kært seg um, at tað kinesiska stýrið kúgar teir.