20. regatta?in í Ishøj

Neystið er í dag ein felagsskapur, sum hevur stór søgulig virðir. Tað koma vit allarhelst at hoyra meira um, tá ein av stigtakarunum til róðrarfelagið, Ólavur á Heygum, heldur røðu og setir regatta´ina tann 9. juni í ár.

Kappróðurin í Danmark hevur ikki haft bestu korðini tey seinastu mongu árini. Serliga hava tey ungu ikki hildi seg til at manna bátarnar. Men nú er vend komin í. Eftir at tey fýra róðrarfeløgini á Keypmannahavnarleiðini hava leitað saman og gjørt vart við seg, er tað sera hugaligt at kunna boða frá, at heilar 25 bátsmanningar, har av ein hópur av ungfólki, hava melda seg til kappróðurin leygardagin. Aftrat 6-mannaførunum eru heili trý 10-mannafør í ár.

Umframt kappróður verður eisini sangur, dansur, matsøla og annað á kappróðrarøkinum. Og sjálvandi verður stór føðingardagsveitsla á Tangloppen í Ishøj, har LM-band fer at spæla til dans.