2000 fólk liggja undir skriðulopi

Fyri skriðulopið búðu út við 4000 fólk í Yambali, og býurin var blómandi við nógvum vitjandi, sum komu til økið at leita eftir gulli.

Stúrt verður fyri, at fleiri enn 2000 fólk liggja jarðað undir einum skriðulopi á Papua New Guinea.

 

Tað var fríggjanáttina, at bygdin, Yambali í Enga-landslutinum, varð rakt av einum ógvusligum lopi.

 

Fyrstu fráboðaninar søgdu, at stívliga 100 fólk helst høvdu latið lív, men Reyði Krossur á staðnum metti, at talið av deyðum helst fór upp um 500.

 

Fyri skriðulopið búðu út við 4000 fólk í Yambali, og býurin var blómandi við nógvum vitjandi, sum komu til økið at leita eftir gulli.

 

Nú verður so stúrt fyri, at fleiri 2000 fólk liggja undir leivdunum av herviliga lopinum á Papua New Guinea.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.