21 dýrir minuttir hjá Fridrikku og liðfeløgunum

ÍBV var fyri greiðum tapi á útivølli

Mynd: ÍBV

Landsliðsleikarin, Fridrikka Clementsen var á vøllinum allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í ÍBV spældu dyst á útivølli móti Grindavík/Njarðvík í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Allison Patricia Clark legði ÍBV á odda 1-0 í áttanda minutti av dystinum, men so komu 21 dýrir minuttir fyri Fridrikku og liðfelagarnir. 

 

Millum 16. og 37. minutt skoraði Emma Nicole Phillips heilar fýra ferðir fyri heimaliðið, og so var ÍBV aftanfyri 1-4 í steðginum. 

 

Tíðliga í seinna hálvleiki megnaði Ágústa María Valtýsdóttir at pynta um úrslitið, men tað bleiv talan um 2-4 tap hjá ÍBV.

 

ÍBV er nummar fýra í deildini við 21 stigum. FH og Breiðablik eru fremst við 30 stigum hvør. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 19 hevur ÍBV dyst á heimavølli. Tá kemur Stjarnan á vitjan á Hásteinnsvøllinum í Heimey.

 

 

 

Mynd: ÍBV