Í kvøld var fyrsti dystur í 18. umfari í Meistaradeildini hjá monnum. Hann var á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur vann 3-2 ímóti EB/Streymi.
Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur flytur av 10. og aftasta plássi og fram á áttanda plássið. Nú eru tað Skála og B68, sum eru undir strikuni. Skála, sum hevur 14 stig, fer mánakvøldið at spæla á útivølli ímóti NSÍ. B68, sum hevur 15 stig, fer sunnudagin at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Hálvleiksstøðan í kvøld var 2-2. Øll fýra málini vórðu skorað fyrsta hálva tíman. Heimaliðið var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1, men EB/Streymur megnaði báðu ferðirnar at svara aftur. Tað megnaði EB/Streymur ikki, tá ið 07 Vestur 20 minuttir undan leikloki enn einaferð legði seg framum, og so vann 07 Vestur 3-2.
Jonathan Flensborg hevur verið nógv skaðadarvaður, men nú hevur hann verið millum teir fyrstu ellivu – bæði í 2-1 tapinum á Toftum og aftur í kvøld. Ímóti EB/Streymi var hann í fyrra hálvleiki tvífaldur málskjútti, og higartil í ár hevur hann skorað fýra mál, og harvið er hann toppskjútti hjá 07 Vestur. 25 ára gamli svenski álopsspælarin kom í fjør til 07 Vestur. Hann hevur nú sambært FaroeSoccer spælt 29 dystir í Meistaradeildini, og hann hevur skorað 9 mál.
Í kvøld legði hann heimaliðið framum 1-0, tá ið stórir 10 minuttir vóru farnir. Uppleggið átti miðvallarin Høgni Egilstoft Nielsen, og tá ið Jonathan Flensborg miðskeiðis í fyrra hálvleiki skoraði til 2-1, var tað miðvallarin Magnus Holm Jacobsen, sum átti uppleggið.
3-2 sigursmálið var Edvin Jakobsen meistari fyri 20 minuttir undan leikloki. Eftir innlegg úr vinstru frá 20 ára gamla Paulo Vitor da Silva úr Brasil, sum beinanvegin eftir steðgin fyri fyrstu ferð varð skiftur inn á vágaliðið, var Edvin merkiliga leysur mitt fyri málinum, tá ið hann stýrdi bóltin í málið. Hetta var annað málið hjá skálamanninum í Vágum í ár. Tað fyrra soraði hann, tá ið 07 Vestur vann 2-0 ímóti AB.
07 Vestur venjarin fegnast um sigurin og um, at 07 Vestur nú er omanfyri strikuna:
-Vit hildu okkum hava sigurin uppibornan á Toftum, men tá mistu vit á stokkinum. Í kvøld var leikliga avrikið kanska lakari, men allir stríddust fyri sakini, og tað er og verður neyðugt, tá ið støðan er, sum hon er.
Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi er samdur við Tór-Ingar Akselsen:
-Tað bylgjaði báðar vegir, og tá ið alt kom til alt, so var tað liðið, sum vísti meiri vilja, sum fór við øllum stigunum. Nú er eitt stig frá okkum og aftur til 07 Vestur og tvey stig til niðurflytingarpláss. Nú fara vit at fyrireika okkum til torføra avbjóðing á útivølli ímóti NSÍ. Vit hava góða tíð til tað, og eg vóni, at spælararnir tá fara at vísa tað, sum skal til, um vit skulu varðveita plássið í bestu deildini, sigur Sigfríður S. Clementsen.
Marius Nielsen javnaði til 1-1, og Gutti Dahl-Olsen javnaði til 2-2. Hetta var triðja málið hjá Gutta í bestu deildini í ár, og hetta var triðja málið hjá Mariusi Nielsen. Síðstu løtuna vóru fleiri støður, tá ið EB/Streymur var um reppið at javna. Næst við var tað, tá ið bólturin brast í tvørtræið aftanfyri Sebastian Wille í heimamálinum.
Næsti dystur hjá 07 Vestur verður annan sunnudag á heimavølli ímóti B36.











