21 hava søkt starvið sum stjóri í LÍV

Áhugin fyri stjórastarvinum í Tryggingarfelagnum LÍV er stórur. Tá umsóknarfreistin fór í gjár, vóru 21 umsóknir komnar inn.

Tað upplýsir Árni Ellefsen, nevndarformaður í LÍV, fyri Kringvarpi Føroya.

 

Nýggjur stjóri skal setast, eftir at Jan Jakobsen fór úr starvinum í juni. Hann hevði verið stjóri í LÍV í 14 ár.

 

Stjóraskiftið kom í kjalarvørrinum á málinum um íløgurnar í Globe Tracker, sum kostaðu LÍV-samtakinum 174 milliónir krónur. Sambært nevndarformanninum var Globe Tracker tó bert ein partur av orsøkini, og ein nýggjur stjóri skal nú finnast.