Nú ákærir Brad Pitt fyrrverandi konu sína fyri at halda fíggjarligar upplýsingar aftur í stríðnum um franska vínslottið Château Miraval.
Tað skriva fleiri altjóða miðlar, teirra millum USA Today.
Sambært skjølum, sum eru latin rættinum, vil Pitt hava Angelina Jolie at lata út fíggjarlig skjøl frá 2017 til 2021. Hann heldur, at upplýsingarnar eru avgerandi fyri málið um søluna av hennara parti í vínslottinum.
Stríð um franskt vínslott
Málið snýr seg um Château Miraval í Fraklandi, sum fyrrverandi hjúnini keyptu saman. Í 2021 seldi Angelina Jolie sín helming til fyritøkuna Tenute del Mondo, sum er partur av Stoli-samtakinum.
Brad Pitt heldur, at sølan var í stríð við eina avtalu teirra millum um, at eingin teirra kundi selja sín part uttan samtykki frá hinum.
Angelina Jolie vísir hesum aftur. Sambært hennara advokatum hevur hon ongantíð sagt, at hon var í fíggjarligum trupulleikum, og hon heldur, at Pitt nú roynir at fáa fatur á skjølum, sum ikki eru viðkomandi fyri málið.
Stríðið heldur fram
Brad Pitt stevndi Angelina Jolie í 2022 eftir søluna av Miraval, og síðani hava báðir partar havt ymiskar sigrar í rættinum.
Hóast skilnaðurin varð endaliga avgreiddur í 2024, er stríðið um franska vínslottið framvegis ikki loyst.
Brad Pitt og Angelina Jolie hittust undir upptøkunum til filmin Mr. & Mrs. Smith í 2004. Tey giftust í 2014, men fóru hvør til sítt í 2016, og síðani hava tey verið í fleiri rættarmálum um bæði børnini og felags ognir.










