Spæl
Íløgustjórin í Kaupthing Føroyar, Jan Otto S. Holm, er sera vælnøgdur við íløguspælið, sum Kaupthing og Sosialurin skipa fyri á www.ilogur.com.
Spælið fór í luftina í gjáramorgunin klokkan 08.15, og longu áðrenn klokkan 16 høvdu yvir 2100 luttakarar teknað seg til spælið, har luttakarin kann keypa og selja partabrøv. Á leið helvtin av luttakarunum høvdu longu tá keypt partabrøv.
- Vit eru ótrúliga vælnøgd við tann stóra áhugan, sum vit síggja her longu fyrsta dagin. Ein luttakari hevði longu vunnið 3,4 prosent, sum svarar til 34.000 krónur í vinningi fyri ein íløgu upp á eina million krónur. Tað má sigast at vera gott, sigur Jan Otto S. Holm.
Hann vísir á, at til ber at tekna seg heilt fram til 5. oktober. Spælið er ókeypis, og sjálvt um tað ikki er talan um verulig keyp og sølu av partabrøvum, so fer hesin handil fram undir nátúrligum rammum og við veruligun kursi.
Sostatt sleppa spælararnir at merkja viðurskiftini á partabrævamarknaðunum í veruleikakendum umhvørvi uttan at átaka sær nakran peningaligan váða. Ókeypis royndirnar, sum kunnu fáast við at vera við í spælinum, kunnu tí gerast virðismiklar og síðani nýtast í veruliga lívinum, heldur Kaupthing.
Nýggj skipan
Umframt at keypa og selja her og nú ber til at kurstryggja handilin. Um ein luttakari tildømis heldur kursin á Atlantic Petroleum á 1412 vera ov høgan, og kanska ikki vil keypa oman fyri 1390, so ber til at leggja hendan kursin inn og fáa boð, tá ella um kursurin kemur har niður. Sama er, um ein ikki vil selja fyri 1412, men kanska fyri 1430, so kann ein fáa boð, tá ella um kursurin kemur har upp og so selja tá.
Tá íløguspælið hjá Kaupthing og Sosialinum fór í gongd fyrstu ferð, var brek á skipanini, og tí varð spælið steðgað, áðrenn tað kom í gongd. Hesin trupulleikin er nú loystur, tí Kaupthing hevur keypt eina skipan frá enska felagnum BullBearings, sum hevur ment spælið serligt til Kaupthing Bank. Hendan skipanin er roynd um allan knøttin. Millum annað hava stórfyritøkurnar Barclays Bank, Yahoo og avstralski virðisbrævamarknaðurin brúkt skipanina hjá BullBearings.
Nógv er at vinna við at luttaka í íløguspælinum. Tann spælarin ið hevur staðið seg best, tá íløguspælið endar 11. januar 2008, vinnur 50.000 krónur. Nummar tvey fær 25.000 krónur og nummar trý fær 10.000. Vinnararnir verða kunngjørdir í Miðlahúsinum 14. januar 2008. Umframt hesar vinningar vera eisini aðrir vinningar latnir.