23. FM heitið er komið til høldar

Við stórsigri á heimavølli tryggjaðu KÍ kvinnurnar sær í dag FM heitið

Tað er Sjómannadagur í Klaksvík, og í allan dag hava fleiri túsund fólk verið savnað á havnarlagnum vestarumegin. Kortini var áskoðarafjøldin ikki so lítil, tá ið KÍ kvinnurnar seinnapartin spældu ímóti EBS/Skála.

 

Hetta var dystur í 17. av 21 umførum, og longu í dag tryggjaði KÍ sær FM heitið. KÍ vann tryggan 5-0 sigur, og nú er fjarstøðan so stór til næstu avbjóðararnar, at tað ber ikki til hjá teimum at fáa KÍ kvinnurnar aftur.

 

Hálvleiksstøðan var 3-0. Málini í fyrra hálvleiki skoraðu Tórun Højgaard Joensen, sum nú hevur skorað fýra mál í ár, og Maria Vinjardsdóttir Johansen, sum eftir trimum minuttum, tá ið tað restaði eitt korter av fyrra hálvleiki, skoraði tvey mál. Hetta vóru fyrstu málini hjá Mariu í bestu landskappingini í ár.

 

Málini í seinna hálvleiki skoraðu Rebekka Fjallsá Benbakoura, sum nú er KÍ toppskjútti við 18 málum, og Tóra Mohr, sum staðfesti sigurin og FM heitið, tá ið tað restaðu átta minuttir. Hon hevur skorað níggju mál í ár.

 

Hetta er fimta árið á rað, at KÍ kvinnurnar vinna meistaraheitið. Tær hava vunnið FM øll árini síðani 2000 burtursæð frá 2017 og 2018, tá ið EBS/Skála, sum var mótstøðuliðið í dag, vann FM.

 

Í Gundadali vunnu HB kvinnurnar í dag 3-0 ímóti 07 Vestur. Málskjúttar vóru Sunniva Willemoes í fyrra hálvleiki og seint í seinna hálvleiki skoraði Elin Maria Isaksen tvey mál. Sunniva hevur skorað sjey mál, og Elin Maria hevur skorað átta mál.

 

Í Runavík endaði tað 1-1 millum NSÍ og B36. Judith Eilersdóttir Rasmussen legði beinanvegin B36 á odda, og fimm minuttir eftir steðgin javnaði Dania Olsen til 1-1.

 

At HB vann, meðan NSÍ var partur av javnleiki, ber við sær, at HB nú er næstfremst við 34 stigum, og at NSÍ er á triðja plássi við 33 stigum.

 

Í gjár endaði tað 3-3, tá ið Víkingur var á vitjan hjá TB/FCS/Royn. Hálvleiksstøðan var 1-1. Eydna Olsen Dalheim skoraði tvey mál fyri Víking, og málskjúttar hjá TB/FCS/Royn, sum tíðliga í seinna hálvleiki var frammanfyri 3-1, vóru Agata Kjærbæk Djurhuus, Leona Kjærbæk Djurhuus og Tórunn Klakkstein Vilhelm.