23 lærarar fingu prógv

Fríggjadagin fingu 23 nýklaktir lærarar prógv á Føroya Læraraskúla

 

Mikil orrusta hevur verið kring Læraraskúlan seinastu tíðina, men hetta hevur ikki nervað próvtøkurnar. Tær eru nú lidnar, og ein flokkur við 25 næmingum fekk fríggjadagin prógv handað frá rektaranum, Paula Nielsen.

Av teimum 25 næmingunum í flokkinum vóru tveir norskir næmingar, sum hava gingið á skúlanum seinasta árið, og teir báðir norðmenninir fingu eisini eitt prógv.

Teir 23 føroyingarnir vóru hesir: Sólgerð Andreasen, Bartal Eliasen, Høgni Hansen, Jan Hjaltalin, Annika Høj, Petur Jensen, Jonathan Joensen, Jóhan Petur Johannesen, Lis Gøthe í Jákupsstovu, Lovisa Jørgensen, Elmar Krosstein, Hanna Magnusson, Jóhannes Miðskarð, Diana Müller, Pálin Olsen, Sámal Petur Petersen, Gunleif Poulsen, Rúna Poulsen, Andrea á Rípuni, Bergur Samuelsen, Kári Sólstein, Hildur Steingrímsdóttir og Hjørdis Thomsen.