Mein Schiff 2 er 866 føtur, ella 264 metur, long, er 77.713 tons og tekur 1886 ferðafólk umframt manningina, sum telur 909 fólk. Hon siglir hon 21,5 míl.
Sum so nógv ferðamannaskip, ið vitja á okkara leiðum, so er MV Mein Schiff 2 á rundferð í Norðuratlantshavi. Leiðin hevur ligið til Bergen í Noregi, áðrenn siglt var inn á botn í Nordfjord, har ferðafólkini vitjaðu Olden.
Síðani var farið til Íslands, har vitjað varð á Akureyri, Ísafirði og Reykjavík. Í morgun kom Mein Schiff á Havnina, og hiðani gongur leiðin aftur til Stavanger í Noregi.
Mein Schiff 2 siglir undir maltesiskum flaggi, og er skrásett hjá reiðarínum TUI Cruises. Mein Schiff 2 var bygd í Týsklandi í 1997.
Á miðdegi kemur Saga Pearl II á Havnina.
Saga Pearl II er 539 føtur, ella 164 metur, long. Hon er 18.591 tons og tekur 602 ferðafólk umframt manningina, sum telur 220 fólk. Saga Pearl II er systirskip hjá Astor, ið var á Havnini 30. juni. Teir fýra MAN dieselmotorarnir á Saga Pearl II geva henni 15.400kW og siglir hon 21,4 míl.
Saga Pearl II fer á rundferð um Ísland, men fyrsti steðgur á ferðini er í Tórshavn í dag.