Í hesum mánaðinum eru hundrað ár síðani tann størsta skaðamánaðin í útróðrarsøguni hjá norðoyingum og størsta skaðamánaðin í føroyskari útróðrarsøgu yvirhøvur.
Tað var í desember 1913, at fýra bátar úr Norðyggjum fórust, og at 25 menn í bestu árum sjólótust. Ein bátur var úr Svínoy, ein var úr Norðdepli, ein var úr Kunoy, og ein var av Skarði. Svínoyarbáturin fórst 13. desember, og hinir tríggir fórust tollaksmessudag.
Av teimum 25, sum ikki bóru boð í bý, vóru 15 familjumenn, og eftir teir sótu fimtan einkjur og 39 børn sum faðirloysingar.
Hetta var sætti svínoyarbáturin, sum fórst í einum stórum hálvthundrað ára tíðarskeiði, og á Skarði varð hesin feigdardagurin mønustingurin fyri bygdina. Lítla smfelagið hóðraði ikki undan, at tríggir bátar vóru burturgingnir og tilsaman 16 menn vóru sjólætnir í 1835, 1872 og í 1913.
Tað rakar meint hjá tí, sum missir, um tað so er í stórbýi ella í lítlari bygd. At hesir missirnir vóru so ógvuliga meinir fyri bygdirnar og samfelagið alt verður undirstrikað, tá ið talið á teimum, sum fórust í bestu arbeiðsárum verður samanhildið við fólkatalið í bygdunum. Sambært fólkateljingini í 1916 búðu 200 fólk í Svínoy. Í Kunoy búðu 146 fólk, og á Skarði búðu 21 fólk.
Á Skarði
J. Símun Hansen sigur í Havið og vit soleiðis um tollaksmessudagin 1913 á Skarði, tá ið sjey menn fórust í aldrinum 15-51 ár:
Tollaksmessudagur kom, ein avbera vakur morgun, dýrdarveður, og hópur av bátum leitaði til havs, eisini skarðsmenn. Men skjótt er Harranum um. Brádliga sum eitt skot brendi hann á av landnyrðingi, og tað ikki við eirindum, skrið stóð eftir sjónum og kolasvart í kavaroki. Har hjálptu hvørki kreftur ella skil, um teir vóru staddir út frá landi, sjálvt mætastu sjógarpar máttu lúta í so ójøvnum bardaga.
Tað einasta og seinasta, sum vistist um bátin av Skarði, var, at ein kunoyarbátur henda sama morgun róði fram við kíkum og øðrum, sum teir hildu seg kenna og vera av Skarðbátinum.
Seks vóru húsini nú á Skarði, og sum í 1835 mistu tey øll forsyrgjaran henda sorgardag. Av mannkyni var bert Jóannes eftir, hann var tá 70 ár og lagstur burturúr, og tríggir dreingir, tann elsti konfirmeraður.
Fyrstu árini sóust ongi tekin til, at nakar fór at rýma, og lívið gekk sína gomlu gongd. Ein maður úr Kunoy flutti norður til Skarðs at búgva, men vetrarnar 1917 og 1918 fóru nøkur húski heim til Haraldsunds og onnur yvir til Kunoyar at vera. Tey komu tó aftur til Skarðs móti sumri, og í 1918 varð ein drongur føddur har norði. Veturin 1918-19 fluttu aftur nøkur húski burtur, og tað hjálpti sum vera man ikku um arbeiðslíkindini hjá teimum, sum eftir sótu. Henda veturin reyk bert í trimum húsum, og so gjørdu eisini tey av at rýma.
Tann 26. januar 1919 fóru tey at bera seingjarklæði og húskiráð oman á Kleiv... Eina løtu eftir legði ein tigandi bátur frá landi við børnum og aldrandi kvinnum innanborða, 9 í tali. Leiðin gekk norður um nakkin og yvir til Kunoyar, meðan tær síðstu gløðurnar sortnaðu á grúgvuni. Síðani tá hevur verið øskukalt á Skarði, sigur J. Símun Hansen um avleiðingarnar fyri bygdina fyri hundrað árum síðani.
Í summar var hátíðardámur á Skarði, og nógv fólk var savnað, tá ið minnisvarði varð reistur í bygdini.
Kunoy
Tvær av teimum trimum bygdunum í Kunoy mistu bátar og fólk feigdardagin, sum tollaksmessudagur fyri hundrað árum síðani var.
Heimi í bygdini í Kunoy fórust seks menn í aldrinum 16-50 ár. J. Símun Hansen skrivar soleiðis um henda dagin í Kunoy:
Tað var ein avbera vakur dagur, tá ið hann kom úr kavi og lokkaði mangan bátin til havs. Men ofta býr fals undir fríðum skinni. Komnir á fiskileið brendi hann á av landnyrðingi og kølsvart kavaok. Tá ið vestfallið kom, gjørdist sjóvarillskan við oyggjarendarnar ov stór fyri opnar bátar. Tveir vóru bátarnir, sum fóru úr Kunoy henda morgunin. Annar var komin inn undir land, tá ið veðrið kom, og sleit heim í bygdina, men seksmannafarið Samløgan kom ikki aftur.
Norðdepli
Við norðdepilsbátinum fóru henda tollaksmessudagin seks menn í aldrinum 16-46 ár.
J. Símun Hansen sigur, at teir høvdu egndan reiðsskap frá degnum fyri, men teir vandaðu veður og settust aftur.
Henda morgunin hildu teir líkindini vera frægari og fóru út millum Grynnurnar. Teir høvdu sett, tá ið hann brast á um sjeytíðina á morgni í myrkri og komandi vestfalli. Stutt eftir róku árar og onnur bátsútgerð á land á Viðvík, og menn ivaðust ikki í, at tað var av norðdepilsbátinum.
Svínoy
20. desember í 1912 varð Svínoy rakt av ófatuliga stórari vanlukku og nívandi sorg, tá ið fimm unglingar sjólótust, tí báturin, sum teir vóru á útróðri við, varð niðursigldur av brestkum trolara.
Og í jólamánaðinum árið eftir, tann 13. desember fyri hundrað árum síðani, varð bygdin aftur rakt. Henda dagin fórst Havgásin við seks monnum. Harvið misti bygdin í eitt ár ellivu menn í besta aldri.
Svínoy var óført útróðrarpláss. Har er tvírøtt, og henda 13. desember í 1913 vóru seks bátar á útróðri. Ein bar ikki boð aftur í bý. Hinir fimm komu undan. Hvussu tað kendist hjá teimum sæst í frágreiðingini á næstu síðu.