Fyri fyrstu ferð í søguni vóru í fjør seldir 25 milliónir bilar í Kina, harav tær 21 milliónirnar vóru persónbilar.
Ongastaðni í heiminin eru so nógvir nýggir bilar seldir sum í Kina. Tøl frá China Association of Automobile Manufacturers vísa annars, at Kina í fjør stóð fyri 27,8 prosentum av samlaðu bilasøluni í øllum heiminum.
Volkswagen var størst bæði sum konsern og sum einkult bilmerki. Á næstu plássunum vóru kinesisku bilmerkini Wuling og ChangAn.
Spenta støðan millum Kina og Japan ger, at japansk bilmerkir ikki klára seg so væl í Kina, eins og tey gera í nógvum øðrum londum í Asia og í USA.