Eftir valið í 1966, tá Sjálvstýrislandsstýrið við Hákuni Djurhuus sum løgmanni legði frá sær, skipaðu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin landsstýri við Petur Mohr Dam sum løgmanni.
Tá Petur Mohr Dam doyði í 1968, gjørdist Hákun Djurhuus úr Sambandsflokkinum løgmaður restina av valskeiðinum. Eftir valið í 1970 helt samgongan fram, tó við Atla P. Dam sum løgmanni.
Eftir valið í 1974 slitnaði samstarvið, og Javnaðarflokkurin í Samgongu við Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. Hetta var ein søguliga samgonga, sum ikki varð roynd fyrr.
Hendan samgonga helt í hálvtannað valskeið - hon helt fram eftir valið í 1978, men legði frá sær eftir val í úrtíð í 1980.
Sambandsflokkurin gjørdist størsti flokkur í 1978 - men slapp tó ikki at royna seg fyrr enn eftir valið í november 1980.
Tann 5. november í 1981 varð løgtingið kallað saman, og valdi tað Paula Ellefesen til løgmann, Elif Samuelsen, Olaf Olsen, Páll Vang og Tórbjørn Poulsen til landsstýrismenn.
Hendan samgongan sat hetta valskeiðið - og tók Atli Dam við leiðsluni aftur eftir valið í 1984.