Mannbjørn tók studentsprógv í Hoydølum í 1975. Skúlaárið 1975/76 var hann læraravikarur í Vági. Í 1976 fór Mannbjørn at arbeiða hjá Grannskoðaravirkinum C.V. Weihe, har hann fekk sína útbúgving innan bókhald og roknskap.
Mannbjørn hevur annars verið sera virkin innan ítróttin í Vági, bæði sum leikari á 1. deild hjá VB, og sum formaður hjá Vágs Bóltfelag. Eitt tíðarskeið var hann eisini virkin innan politikk, og var hann borgarstjóri í Vágs Kommunu fyrst í 1990unum.