25 trolarar fingið makrelloyvi

Fiskimálaráðið hevur í dag skrivað út makrelloyvi til 25 trolarar, sum sleppa at fiska burtur av felagskvotu.

Teir 25 trolararnir eru Lerkur, Munkur, Bakur, Fálkor, Heykur, Rókur, Skúgvur, Stelkur, Polarhav, Safir, Smaragd, Skoraberg, Stjørnan, Vestmenningur, Phoenix, Grønanes, Kúrberg, Sardis, Topas, Eysturbúgvin, Niels Pauli, Steintór, Sjagaklettur, Breiðanes og Hamranes.

 

Geografiskt er Eysturoyggin best umboðað í býtinum við átta skipum. Seks eru úr Klaksvík, fimm í Suðuroy, trý í Havn, tvey í Norðstreymoy og eitt í Sandoynni. 

 

Trolararnir kunnu fiska í føroyskum, norskum og ES-sjógvi, men teir kunnu ikki byrja fiskiskap fyrr enn tann 21. juli.  Felagskvotan er 22.500 tons.