Í gjárkvøldið varð kunngjørt, hvørjar fýra verkætlanir hava fingið umhvørvisstuðul fyri 2016 frá Tórshavnar Kommunu.
Tórshavnar kommuna letur á hvørjum ári 250.000 kr. í umhvørvisstuðli til verkætlanir, sum menna vitanina um umhvørvið, virka dálkingarfyribyrgjandi, virka orku- og tilfeingissparandi, verja landsløg, djóra- og plantusløg og kunna almenningin um umhvørvisviðurkskifti.
Í ár fekk kommunan 16 umsóknir, harav fýra hava fingið tillutað stuðul.
Lindbergs hús/Green Student-House
Ætlanin er at laga um Lindbergs hús, soleiðis at tey kunnu gerast karmur um bæði teoretiska og praktiska granskan innan burðardygni og verkætlanir við tí endamáli at leiðbeina almenningin um umhvørvisspurningar. Lau Øfjord Blaxekjær stendur fyri ætlanini.
Við sínum virksemi kemur hendan verkætlanin at virka fyri størri kunning og vitan innan umhvørvisøkið í Føroyum. Hetta við at virka sum upplýsandi vitanarbanki fyri almenninginum. Hendan verkætlanin hevur fingið játtaðar 32.000 kr.
Lindbergs hús eru eini hús, sum Fróðskaparsetur Føroya varar av. Tey standa á Suðuroyarvegi 3.
Ruskkanning, innsavning og upplýsing um plastdálking í strandaumhvørvinum í miðstaðarøkinum.
Hendan verkætlanin hevur fingið játtað stuðul, tí at hon hevur til endamáls at upplýsa føroyingar um umhvørvisdálking við serligum atliti til plast og annað burturkast. Hetta verður framt við at brúka alnótina, ætlanin er at brúka sjónbandaupptøkur og myndir til at lýsa hetta. John Johannesen og Ingmar á Løgmansbø standa fyri ætlanini.
Upplýst verður, at ætlanin er at kveikja broytingar í atburðarmynstrum hjá borgarum og stimbra burðardygg átøk og nýbrot innan føroyskt vinnulív, føroyska umsiting og lóggávu, soleiðis at Føroyar verða ein fyrimynd og ikki ein eftirbátur. Kanningar verða gjørdar við jøvnum millumbilum í miðstaðarøkinum í ávísum økjum, sum eru serliga útsett. Verkætlanin hevur fingið játtaðar 30.500kr.
Vistfrøðilig kanning av mús í Nólsoy, við atliti til møgulig negativ árin á drunnhvítastovnin, ein pilotkanning.
Sjúrður Hammer stendur fyri ætlanini. Henda verkætlanin hevur fingið játtað stuðul, tí at hon hevur til endamál at kannað mýs í Nólsoy fyri at verja drunnhvítastovnin. Verkætlanin byggir á at kanna føðina hjá músini í oynni og at seta upptøkutól upp, til tess at fáa meiri vitan til vega um atferðina hjá mýsnum í oynni. Verkætlanin kemur almenninginum til góðar og er ætlað sum vernd av drunnhvítastovninum í Nólsoy. Verkætlanin hevur fingið játtaðar 87.500 kr.
Býarfesti í miðbýnum
Hendan verkætlanin hevur fingið tillutað stuðul, tí hon hevur sum endamál at skapa eitt alment vakstrarumhvørvi í miðbýnum. Ætlanin er, at 30 familjur ella einstaklingar fáa møguleikan at royna seg sum býarbøndur og kunnu í felagsskapi velta grønmeti, frukt og blómur í sínum egna lítla býarfesti. Hugni og samvera skal vera í hásæti. Birgith Lassen stendur fyri ætlanini.
Hendan verkætlanin fer at venda sær til almenningin og skapa lív í býnum, eins væl og økja vitan og áhuga hjá luttakandi í verkætlanini og øðrum borgarum.
Verkætlanin hevur fingið tillutað 100.000 kr.