Tíðindastovan NTB veit í morgun at siga, at higartil hevur Gjensidige Forsikring fingið 2500 skaðafráboðanir úr Noregi eftir ódnina, "Amy".
Sagt verður um Gjensidige Forsikring, sum hevur høvuðssæti í Oslo og deildir í Danmark, Svøríki og Baltisku londunum, at hetta er størsta tryggingarfelag í Noreg.
- Higartil hevur felagið fingið 2500 fráboðanir, men talið av fráboðanum veksur, veit tíðindastovan at siga.
Lagt verður aftrat, at flestu skaðar, sum eru tilmeldaðir fyrrapartin í dag, snúgva seg um vatn-og vindskaðar.
- Talan er um fleiri bygningar, sum hava fingið skaðar, men fleiri fráboðanir eru eisini um skaðar á eitt nú bilar, bátar og kampingpláss, veit tíðindastovan NTB at siga.
Lagt verður aftrat, at enn er ov tíðliga at siga nakað um kostnaðin av øllum skaðafráboðanunum, sum eru komnar og sum væntandi fara at koma.
Lesið eisini -
"Amy" máldi 62,1 metrar um sekundið - https://www.in.fo/news-detail/amy-maldi-621-metrar-um-sekundid