Galaxy avlýsir og broytir mikudagin og hósdagin

Galaxy hevur, vegna veður, skerda ferðaætlan meginpartin av hesi vikuni.

 

Í dag hava bert tveir túrar verið um Suðuroyarfjørð. Siglt varð bert fyrrapartin.

 

Nú boðar Strandferðslan frá, at Galaxy væntandi eisini broytir og avlýsir túrar mikudagin og hósdagin.

 

Boðini frá ssl.fo eru hesi:

 

Møguligar broytingar ella avlýsingar á leið 7

 

Vegna vána veðurforsøgn kann roknast við møguligum broytingum ella avlýsingum á leið 7. mikudagin 8. oktober á fráferðunum kl. 14:00 av Krambatanga og kl. 17:30 av Havnini, og hósdagin 9.oktober á fráferðunum kl. 06:00 av Krambatanga og kl. 11:30 av Havnini.