- Kvøldskúlin í Vága kommunu er ein týðandi partur av okkara lokalsamfelagi. Hann gevur øllum møguleikan at læra, royna og menna seg – uttan mun til aldur ella royndir. Kvøldskúlin byggir á hugtakið um lívlanga læring; at vit øll kunnu læra og mennast alt lívið, bæði fakliga, skapandi og menniskjaliga.
Soleiðis sigur Beinir Bergsson, kvøldskúlaleiðari í Vága kommunu, nú tilmeldingin til kvøldskúlan í læt upp á middegi hin 1. oktober.
Ein faldari er gjørdur yvir skeiðsmøguleikar, og her finna tey, sum kundu hugsað sær at gingið á kvøldskúla í vetur, fjølbroyttar skeiðsmøguleikar.
- Nøkur skeið geva tær høvi at arbeiða við hondunum og skapa nakað, tú kanst taka heim við tær, eitt nú leirarbeiði, hondarbeiði og málningalist. Onnur skeið geva tær innlit í føroyska mentanararvin, eitt nú ættargransking og siðbundin hondverk.
Og kvøldskúlaleiðarin heldur fram, at tey eisini bjóða skeið, sum styrkja kropp og sinn, eitt nú raddarvenjing, fimleik, kórsang og tónleik.
- Kvøldskúlin er ikki bara eitt stað at læra, men eisini eitt stað at møta øðrum, deila áhugamál og byggja felagsskap. Tað er mín vón, at skeiðini kunnu geva tær bæði íblástur, nýggja vitan og góðar løtur saman við øðrum.
Í skrivi á heimasíðuni hjá Vága kommunu, sigur kvøldakúlaleiðarin soleiðis:
- Eg geri vart við, at fleiri skeið verða boðin út seinni í ár og í vár. Tey skeiðini verða lýst á heimasíðuni hjá Vága kommunu, so eg mæli tær til at fylgja við har. Øll skeiðini eru treytað av nøktandi luttøku og játtan frá Undirvísingarstýrinum, leggur kvøldskúlaleiðarin aftrat.