Í floksleiðsluni hjá Fólkaflokkinum eru 26 menn og ein kvinna.
Tað hevur leikað hart á Jørgen Niclasen, síðan hann var tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vági næstsíðta hósdag. Men áðrenn tað var eisini greitt stríð um formanssessin í flokkinum.
Eitt nú hevur Annika Olsen alment boðað frá, at hon stillar ikki uppaftur, um Jørgen Niclasen er formaður í Fólkaflokkin, og um tann »lítli konservativi meirilutin í tingmanningini« ræður í Fólkaflokkinum til komandi val.
Tað er floksleiðslan í Fólkaflokkinum, sum velur formannin. Og tað skal gerast á hvørjum á fyri landsfundin.
Fyri at stilla upp til formann, skal tú hava í minsta lagi fýra stillarar. Og valevni og stillarar kunnu bara vera ting- og landsstýrisfólk floksins. Ting- og landsstýrisfólkini eru 11 í tali, og tá tú í minsta lagi skal hava ein triðing av teimum, so krevjast hesaferð minst fýra.
Nú er greitt, at Jørgen Niclasen, sum hevur verið formaður síðani 2007, ikki stillar uppaftur. Tí verða í minsta lagi eitt og í mesta lagi tvey uppskot til nýggjan formann á floksleiðslufundinum, sum verður áðrenn landsfundin.
Hvør tað verður, er ilt at meta um.
Atkvøðurrætt til formansvalið hevur floksleiðslan, sum umframt løgtings- og landsstýrisfólkini telur formenninir á øllum lokalfeløgunum umframt ein persón úr hvørjum felag. Og at tað eru menninir, sum valda í Fólkaflokkinum, ber kynsjavnvágin í floksleiðsluni boð um, tí har eru 26 menn og ein kvinna.
Tey 27 fólkini eru sambært heimasíðuni hjá Fólkaflokkinum hesi:
- Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, floksformaður
- Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
- Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
- Christian Andreasen, løgtingsmaður, formaður fyri tingbólkin
- Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttir, løgtingskvinna
- Beinir Johannesen, løgtingsmaður
- Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður
- Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður
- Uni Rasmussen, løgtingsmaður
- Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
- Heðin Zachariasen, løgtingsmaður
- Símun Gullaksen, Norðoya Fólkafloksfelag
- Hallstein Jacobsen, Norðoya Fólkafloksfelag
- Eyðun á Lakjuni, Eysturoyar Fólkafloksfelag
- Michael Dalbø, Eysturoyar Fólkafloksfelag
- Áki Olsen, Norðstreymoyar Fólkafloksfelag
- Bárður Poulsen, Norðstreymoyar Fólkafloksfelag
- Jógvan Magnus (Eggaba) Andreasen, Vága Fólkafloksfelag
- Høgni Egilstoft Nielsen, Vága Fólkafloksfelag
- Rói B. Poulsen, Havnar Framburðsfelag
- Regin W. Dalsgaard, Havnar Framburðsfelag
- Ingimar Thomsen, Sandoyar Fólkafloksfelag
- Leif Krogh Mortensen, Sandoyar Fólkafloksfelag
- Jóhan Eli Poulsen, Suðuroyar Fólkafloksfelag
- Knútur Nygaard, Suðuroyar Fólkafloksfelag
- Erling Mørkøre, Huxa
- Eyðstein Zachariasen, Huxa