Í 2025 ferðastu tilsamans 263.911 ferðafólk við Smyrli um Suðuroyarfjørð. Hetta eru smá 10.000 færri enn í 2024 og eru tað serliga mánaðirnar september og oktober, sum eru orsøkin til at færri ferðastu í 2025 enn í 2024.
Hetta skrivar www.sudurras.fo,
Í september og oktober var Smyril í dokk og tá avloysti Galaxy. Hetta sæst eisini aftur í hagtølunum. Í september 2024 ferðaðust 23.375 fólk um Suðuroyarfjørð, í 2025 var talið 12.166. Í oktober 2024 ferðaðust 21.887 fólk um Suðuroyarfjørð, í 2025 vóru tey 16.912 fólk.
Besti mánaðin til ferðafólk í 2025 var juli mánaði, tá 31.648 fólk ferðaðust við Smyrli um Suðuroyarfjørð, og er hetta smá 1.000 fleiri enn í 2024.
Í 2025 vóru tað flutt 105.968 akfør um Suðuroyarfjørð og er hetta útvið 7.000 færri enn í 2024, tá 112.487 akfør vóru flutt um Suðuroyarfjørð.











