Vár og Lív nærkast uppflytingarstríðnum

Tvey føroyingaliðið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Tvey føroyingalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini spældu í kvøld dystir á útivølli í Aarhus í kvøld. 

 

Vár og Lív B. Zachariasen og liðfelagar teirra í Ajax vunnu í Djurslands Bank Arena tepran 28-27 sigur á Aarhus Håndbold. Í steðginum var Ajax á odda 11-9. Vár skoraði tvey mál.

 

Ajax er fjórðfremst í deildini við 18 stigum. Ajax er tvey stig aftanfyri AGF og Rødovre, ið eru næstfremst og triðfremst í deildini. Holstebro er greitt oddalið við 26 stigum. 

 

Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen taptu í Atletion Stadionhøllini 28-33 fyri AGF, ið var á odda 17-13 í steðginum. Rannvá skoraði fýra mál.

 

Ejstrup/Hærvejen er fjórðaftast í deildini við níggju stigum. Tær eru bert eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.