27 januar gerast almennur holocaust-dagur

Bjarni Djurholm spyr í Løgtinginum nú týsdagin, nær tað verður veruleiki, at tann 27 januar gerst almennur holocaust-dagur.

Bjarni Djurholm spyr í Løgtinginum nú týsdagin, nær tað verður veruleiki, at tann 27 januar gerst almennur holocaust-dagur.

Løgmaður hevur á vári 2013 og aftur í ár boðað frá, at almennur holocaust-dagur verður settur í gildi í Føroyum, og at Mentamálaráðið skal skipa fyri hesum. Eisini hevur Løgmaður boðað frá, at Mentamálaráðið skal skipa fyri, at flaggað verður, á almenna-holocaust degnum.

Hóast løgmaður í tveimum umførum hevur boðað Løgtinginum frá, at ein almennur holocaust-dagur skal setast í gildi í Føroyum, er hetta ikki framt enn. Hetta er orsøkin til at Bjarni Djurholm, nú aftur ber fram henda spurning í Løgtinginum, komandi týsdag, 21 oktobur.

Bjarni Djurholm spyr Landstýrismannin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, nær hann ætlar at skipa fyri at tað verður almennur flaggdagur á holocaust-degnum, ið skal verða 27 januar. Eisini spyr hann nær dagurin verður eyðmerktur soleiðis, at hann fær eitt innihald, har staðfesting av og djúphugsni um søguligu ræðuleikarnar gerst almenn tilvitan.

Endamálið við holocaust-minningardegnum er, at ávara øll menniskju móti hugburði og atburði, sum kann føra til fólkadráp. Eisini skal minningardagurin verða við til at tryggja, at tað verður ment undirvísing og undirvísingartilfar, sum kann forða fyri fólkadrápi, samt at avdúka og forða fyri avnokting av Holocaust og fólkadrápum.

Longu í 2002 kunngjørdi Anders Fog Rasmussen, at Danmark í framtíðini skuldi halda 27. januar sum minningardag teirra, sum lótu lív ella vórðu pínd undir Holocaust og øðrum fólkadrápum. Tann 1. november 2005 samtykti ST einmælt, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust, undir seinna heimsbardaga, og fólkadráp síðan.

Umframt at spyrja landstýrismannin í Mentamálum, spyr Bjarni Djurholm eisini løgmann um, hví 27 januar enn ikki er ásettur sum almennur holocaustdagur í Føroyum, tá ið løgmaður fleiri ferðir hevur boðað frá, at hesin dagurin skal setast í gildi.