275 deyð í ferðsluni

Nú nærkast til Minningardag teirra deyðu í ferðsluni. Síðani fyrsta ferðsluvanlukkan í Føroyum kravdi mannalív í 1928 eru tilsamans 275 fólk deyð.

Síðani Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni varð hildin seinast eru trý deyði í ferðsluni - ein kvinna og tveir menn.

- Ferðsludeyði er knappligur og rakar meint; og sorgin hjá teimum, sum eftir sita, er drúgv og ofta støðug, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd í dag.

Eins og undanfarin ár verður minningardagurin hildin fyrsta sunnudagin í juli. Hendan dagin verða blómutyssi løgd út har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, hendu.

-Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja ferðsluvanlukkur, og at fáa okkum øll at steðga á og minnast tey, vit mistu í ferðsluni. Tá onkur doyr í ferðsluvanlukku eru onnur offur enn tann sum doyr, nevniliga familja, vinfólk og onnur við. Minningardagin eiga vit eisini at minnast tey sum mistu, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Tað var Ingi Gunnarsson úr Havn, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodnari arbeiðsmegi.