Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, heitir á Ísrael um at tryggja ótarnaða atgongd til neyðhjálp til Gaza.
Hendir tað ikki, heldur uttanríkisráðharrin, at "søgan fer at døma okkum".
Hetta skrivar hann í kvøld í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.
- Tað er meira enn uppá tíðina, at Ísrael broytir kós, byrjar at samstarva við altjóða samfelagið og veitir óhindraða atgongd til neyðhjálp til eitt sivilt fólk í Gaza, sum líður so illa, at vit øll verða dømd av søguni, um kósin ikki verður broytt, skrivar Lars Løkke Rasmussen.
Í morgun vórðu 27 palestinar dripnir, meðan teir bíðaðu eftir, at neyðhjálpin varð býtt út í Gazageiranum. Tað upplýsir borgaraverjan í Gaza sambært AFP.
Hendingin fór fram nærhendis býnum Rafah, tætt við markið til Egyptaland.
##med2##
Eftir frágreiðingina frá heilsumálaráðnum í Gaza staðfesti ísraelski herurin, at hann hevði latið skot av móti einstaklingum umleið hálvan kilometur frá staðnum, har amerikanska og ísraelskt stuðlaði felagsskapurin Gaza Humanitarian Foundation (GHF) er í Rafah.
Palestinar fluttu seg móti hermonnunum á ein hátt, sum "var ein hóttan móti teimum", sigur herurin.
Sambært AFP kallaði ST-aðalskrivarin, António Guterres, álopið á palestinar fyri “óhóskandi.”
Ísrael hevur sum heild fingið vaksandi altjóða atfinningar orsakað av menniskjaligu støðuni í Gaza.
Í næstan tríggjar mánaðir hevur ein ísraelsk sperring av neyðhjálp gjørt longu kritisku menniskjansligu støðuna í Gaza enn verri.
Stongsulin er linkaður seinastu dagarnar, eftir at hjálparfelagsskapir leingi hava ávarað um hungursneyð, sum stendur fyri framman.
##med4##
Trygdarráðið hjá ST skal væntandi í morgin atkvøða um eina samtykt, sum krevur eina "skjóta, treytaleysa og varandi" vápnahvíld í Gaza.
Í einum uppskoti til samtykt, sum Reuters hevur sæð, stendur, at allar avmarkingar fyri humaniterari hjálp skulu avtakast í Gaza, soleiðis at býtið av neyðhjálpini kann fara fram í stórum máttum.
##med3##
/Ritzau/