278 sálmar og sangir í bók

Petur Jacob Sigvardsen gevur 149 uppruna- og 129 týddar sálmar og sangir út í bókini »Mær er sagt um ein stað«. Bókin verður løgd alment fram í Norðurlandahúsinum í morgin.

Petur Jacob Sigvardsen hevur verið ógvuliga aktivur sum yrkjari seinastu árini, har hann hevur yrkt stórthundrað sálmar.
Flestu sangirnir, sum týddir eru, hava streingjakór og einstaklingar heitt á Petur Jacob Sigvardsen at týða til ávís høvi, og næstan allir eru týddir í tíðarskeiðinum 1970-1990.
Allir sálmarnir kunnu syngjast til væl kend sálmaløg, men Knút Olsen hevur gjørt nýggj løg til umleið 50 teirra, og ætlanin er, at allir sálmarnir skulu fáa sítt egna lag.
Í bókini eru eisini 42 stuttlestrar, sum høvundurin í eitt tíðarskeið hevði í egnum teigi í Sosialinum.
Bókin, »Mær er sagt um ein stað«, verður løgd fram í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 15, har høvundurin fer at siga nøkur orð um bókina, bispur fer at halda røðu og Knút Olsen greiðir frá um løgini.
Undir framløguni fara Joanna Johansen og Berghild Poulsen eisini at syngja nakrar av sálmunum við nýggju løgunum. Sanghefti verður eisini gjørt við sálmunum, ið sungnir verða.
Høvi verður hjá fólki at keypa bókina og aðrar bøkur hjá høvundanum fyri lagaligan prís og fáa tær signeraðar.